- Tað sær einki út við toskinum

Fiskirannsóknarstovan hevur gjørt sínar fyrru yvirlitstrolingar í ár, váryvirlitstrolingarnar, sum hesar verða róptar. - Boðskapur er, at lítil toskur kemur undan, og tískil kunnu vit ikki rokna við, at toskafiskiskapurin broytist til tað betra í bræði, sigur hann Jákup Reinert, fiskifrøðingur

Yngulkanningar

Endamálið við yvirlitstrolingunum, sum verða gjørdar tvær ferðir um árið, er eitt nú at meta um, hvussu gýtingin hevur verið, men trolingarnar hava eisini onnur endamál í arbeiðnum hjá stovninum.
Tað er fiskifrøðingurin, Jákup Reinert, ið stendur fyri yvirlitstrolingunum, sum Magnus Heinason nú hevur gjørt.

Lítil toskur
Hann sigur, at endaligu kanningarnar av úrslitunum enn ikki eru heilt lidnar.
- Veðrið tarnaði okkum eitt sindur, men eg vænti, at endaligu úrslitini og samanberingarnar verða lidnar í dag ella í morgin, og tá verða úrslitini løgd út á okkara heimasíðu.
Spurdur, um hann kortini hevur nakra rímiliga meting av úrslitinum í ár, sigur Jákup Reinert, at eins og undanfarin ár, vísa kanningarnar hesaferð, at lítið er komið undan av toskayngli aftur í vár.
- So, tað er tíverri sami boðskapur aftur í ár, sigur fiskifrøðingurin.
Hann vísir á, at lítil toskur kemur undan, og tískil kunnu vit ikki rokna við, at toskafiskiskapurin broytist til tað betra í bræði.
Jákup Reinert sigur, at hann enn einki kann siga við vissu, men ábendingarnar um toskin eru ikki serliga positivar.

Hýsan lakari
Spurdur, hvussu støðan er við hýsuni, sigur fiskifrøðingurin, at væl var av hýsuyngli var í yvirlitstrolingunum, men hann heldur, at ábendingar vóru um, at heldur minni er komið undan av hýsu í ár enn eitt nú í fjør.
- Vit høvdu góðar hýsuárgangir í 1999 og 2000, men seinastu trý árini hevur gýtingin ikki hildnast so væl.
Jákup Reinert vísir á, at vanliga hýsuveiðan liggur um eini 12.000-15.000 tons um árið, men onkur ár hava vit verið uppi á 20.000-25.000 tonsum, men tað er undantakið.
- Hava vit eitt gott ár við hýsuni, kann rættiliga nógv koma undan, kanska eini 70 miljónir yngul. Onnur ár koma kanska ”bert” 15-17 miljónir yngul undan.

Nógvur upsi
Um gongdina við við upsanum, sigur Jákup Reinert, at hann er verri at meta um, tí fiskurin gongur leysari uppfrá, sum hann tekur til, og haraftrat kemur, at trolið er lutfalsliga lítið.
- Vit hava havt fleiri góðar árgangir við upsanum, og hetta hevur sæst aftur í vøkstrinum av fiskinum. Er nógvur upsi til, veksur fiskurin lutfalsliga seinni. Hetta sæst næstan altíð, tá ið nógv kemur undan fleiri ár á rað.
Hann vísir á, at upsin í fleiri ár hevur verið smáur og orsøkin er stutt og greitt, at so nógv hevur verið til.
Spurdur, hvussu tað hongur saman, at fiskimenn í vetur hava sagt frá størri fiski í upsaveiðini, sigur fiskifrøðingurin:
- Hetta kemst av, at fleiri árgangir eru upp í veiðini, og tí er eisini nakað av størri fiski, sum er eldri, sigur hann.
Fiskifrøðingurin veit um upsa at siga, sum seks ára gamal bert hevur havt støddina á upsa, sum er trý ára gamal.
- Tað er øðrvísi við toski og hýsu enn við upsa. Eru góðir árgangir, veksur fiskurin vanliga væl, sigur Jákup Reinert.