Tá Rynkeby kom á mál

Hoyr tá ið føroysku Rynkeby súkklararnir komu um málstrikuna í París.

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Trónd Arge siga frá, tá ið súkklararnir nækrast og koma um málstrikuna.

 

Eftir góðar 1.300 súkklaðar kilometrar, kundu føroysku súkklararnir loksins fegnast um at hava nátt málstrikuni í París.

 

Tað var hósdagin 2. juli, at 47 føroyingar setti seg á Rynkeby súkklurnar og settu kósina móti Havnini, har tey skuldu flytast við Norrønu til Danmarkar tíðliga fríggjamorgunin.

 

 

Úr Danmark skuldu tey súkkla gjøgnum Týskland, Holland og Belgia áðrenn tey sluppu innum franska marki og at enda inn í franska høvuðsstaðin, París.

 

Fyrireikarar, hjálparfólk og súkklarar lata væl at túrinum.