Tað rungar á Dungasandi

Nú klokkan 19 fara Jacksons úr Danmark á stóra pall á Dungasandi í Sørvági, og klokkan 20 kemur túrurin til Ragnar í Vík. Klokkan 22 verður tað Evi Tausen, og á midnátt verður tað Wenche Hartmann úr Danmark.

Seinasti bókur á stóra pall í kvøld verður Froðbiar Sóknar Blues Orkestur, sum fer á pallin klokkan 02.

Á lítla palli byrjaðu konsertirnar longu klokkan 16 í dag, tá Nameless fóru á pallin. Klokkan 21 í kvøld fara Vestmenn á pallin, klokkan 23 Four MenH, og klokkan 01 í nátt fara Jørgen og Jákup á lítla pall.

Sagt verður úr Sørvági, at veðrið framvegis er av tí allar besta. Tað er turt, eitt lítið lot - og brennandi sól.

Portalurin viðheftir nakrar myndir, sum vit júst nú hava fingið sendandi úr Sørvági, har Country-og Blues Festivalur er í gongd.

Í øðrum tíðindastubba fara vit at venda aftur til bólkarnar, sum fara at spæla og framføra í Sørvági í annaðkvøld.