Tað ringasta er av

Altjóða íleggjarar eru á einum máli um, at evruøkið er komið ígjøgnum tað ringasta av kreppuni. Tað segði formaðurin í ES-nevndini, José Manuel Barosso, í einari røðu fyri portugisiskum embætismonnum í Lissabon í gjár.

Barroso segði, at íleggjararnir vita, at tá ES-leiðararnir bundu seg til at tryggja trúvirðið hjá evruni, so meintu teir tað í fullum álvara. Hann legði afturat, at teir íleggjararnir, sum vóru í iva um at gera íløgur í evruøkinum, ivast ikki longur.

ES-nevndarformaðurin vísti í hesum viðfangi til eina kanning, sum varð almannakunngjørd í desember. Í henni vórðu 778 íleggjarar spurdir um framtíðina hjá evruni, og nógv teir flestu svaraðu, at evran fer at yvirliva kreppuna