Tað riggar ikki at sita fyri onki

Tað riggar ikki at sita fyri onki. Í hvussu so er ikki hjá Poul Emil Poulsen í Hvalba. Tá ið so Poul á Skalla, sum hann vanliga verður nevndur, bleiv óarbeiðsførur, vóru góð ráð dýr. Men ístaðin fyri at fella í fátt, tá ið teppið brádliga varð rykt undan honum, fór hann at arbeiða í hondunum, tí hann ikki kundi arbeiða so nógv við kroppinum.

Og úrslitið av tí prýðir nú ikki bara fleiri rúm í hansara egnu húsum, men eisini fleiri aðrar stovur, bæði herheima og uttanlands.
Poul á Skalla var sjómaður í nógv ár og sigldi við føroyskum og norskum trolara. Men ein dagin í 1974, meiðslaði hann seg so illa umborð, at hann bleiv óarbeiðsførur og mátti halda uppat at sigla. Hann meiðslaði tríggjar geislar í rygginum og kom ongantíð fyri seg aftur, hóast hann varð lagdur undir skurð.
Tá ið hann nú var komin at sita fyri onki, fekk hann tað hugskot at fara at gera borðbátar og ymsan reiðskap í lítlari stødd burturúr viði og messingi.
Hetta er eitt ítriv, hann tók upp eftir pápan, sum eisini fekst eitt sindur við slíkt.
? Eg mátti hava okkurt at pjakast við, tí eg trívist ikki at ganga fyri onki
? Tá ið eg sá meg føran fyri tí, fór eg niður á verkstaðið ímeðan pápin var til arbeiðis og helt fram við tí, hann var í holt við. Tá ið hann kom aftur, rættaði hann uppá meg, soleiðis lærdi eg kynstrið at fáast við slíkt, sigur hann
Síðani hevur hann gjørt fleiri borðbátar, bæði sluppir og installeringar, umframt ein hóp av grindareiðskapi, fiskireiðskapi, reiðskapi til fugl, alt í so smáari stødd, at tað skal varsemi til at taka tað ímillum fingrarnar. Tá ið tað er liðugt, verður tað sett í rammu at hongja upp á eitt bróst.
Minst eitt hálvt ár
Tað, sum mest arbeiði er av, eru borðbátarnir.
Hann hevur gjørt borðbátar til abbasynirnar, men tað er eisini ein ávísur áhugi at keypa borðbátar, hann hevur gjørt og hann hevur selt, bæði norðureftir og uttanlands.
Treyðugt so, onkran lut hevur hann eisini latið til vinningar í spæli og hann hevur eisini havt bátar hjá sær við á framsýningum hjá "Hendur og Hugflog".
? Tað ganga nógvir tímar til ein slíkan bát, men hann hevur ongantíð talt.
? Men tað tekur minst eitt hálvt ár at gera ein slíkan bát, minni ger tað ikki hjá mær, sigur hann.
Viðurin, hann brúkar, er sambaviður, sum ongin kvistur er í. Tað er viðhvørt nakað longi at bíða eftir viðinum, men hann er avbera góður, bara hann verður hitaður eitt sindur, kann hann boyggjast sum ein vil.
Tað hevur ikki altíð verið so nógv ferð á "bátasmíðinum" hjá honum. Fyri trimum árum síðani varð hann fyrst skorin fyri krabbamein og beint eftir skifti hann knæið.
? Tvær stórar skuðviðgerðir upp á stutta tíð fóru við øllum kreftum, men síðani gekk framá aftur.
Amboðini eru góð og tey hevur hann keypt so við og við, so hvørt, sum ráðini eru til tað.
Men ein maskina, sum høvlar og sagar, og sum hann ynskti sær, kostaði næstan 8.000 krónur og hana bað hann Almannastovuna hjálpa sær við at keypa. Men tað læt seg ikki gera, tí tey søgdu, at hann var ov gamalur.
? Men eg fekk eina avbera lagaliga avtalu við Valdemar Lützen, sum seldi maskinuna, so tað eydnaðist at fáa maskinuna kortini. Og tað var eitt gott og hent keyp.
Installeringurin, sum hann akkurát er liðugur at gera, er 1,20 metrar langur og hevur motor við fjarstýring. Motorurin er viskaramotorurin úr einum bili, sum hann hevur sett í bátin.
Hann hevur verið og siglt við honum og hann ber seg sera væl á sjónum og fjarstýringin rakk einar 200 metrar.
Og hóast Poul á Skalla nú er 72 ára gamalur, hevur hann ongar ætlanir um at gevast.
Hann er við at forma skrokkin til eina slupp. Somuleiðis hevur hann merkt ein installering upp, sum verður 1,30 metrar langur, hann heldur, at stórt størri ber ikki til at gera teir.
Men hetta skal hann so hava at fáa tíðina at ganga við í vetur og nakað afturat.
Borðbátin, sum hann nú hevur gjørt, ætlar hann eisini at selja. Men skuldi hann tikið sær tímaløn fyri arbeiðið, hevði ongin keyp hann.
? Fái eg 10.000 krónur fyri hann, eri eg nøgdur.
Men minni enn tað heldur hann ikki, at tað kann vera, tí bara fjarstýringin, ljósini, og annað, sum báturin er útgjørdur við, kosta 5.000 krónur.
Umframt hetta ítrivið, hevur Poul á Skalla eisini nakrar seyðir, so tað gongur......