Áttatiárini vóru stóru og góðu árini hjá danska bólkinum Malurt, har føroyski Dia Nielsen spældi, og spælir, bass.
Í ár eru teir aftur savnaðir, mong ár eftir, at bólkurin fór hvør til sítt. Bólkurin gavst ikki sum so, hava teir í Malurt sagt, men talan var um at taka ein steðg, ið so gjørdist til mong ár.
Men nú er Malurt aftur á ferð, og 27. februar byrjaði 2020 ferðin við konsert í Stóra Vega í Keypmannahavn. Og ummælarar hava róst framførsluni.
Og Michael Falch, sangari og guitarleikari, hevur sagt, at skuldi Malurt á pall aftur, so bleiv tað ein manning, sum fór at vera í góðari venjing.
Sambært ummælunum, so hevur hørð venjing givið úrslit, og danskir miðlar vita eisini at siga, at manningin er væl fyri bæði sálarliga, tónleikaliga og ikki minst kropsliga, tí tilsamans hava limirnir í bólkinum mist 80 kilo.
Ferðin hjá Malurt heldur fram í 2020, men tað liggur líkasum í luftini, eftir tí sum hevur verið sagt alment, at eftir hesa ferðina eru ikki ætlanir um fleiri framførslur.
Malurt spældi og gav út frá 1977 til 1984. Síðani kom bólkurin saman aftir í 1990 og steðgaði so aftur í 1994, og í ár eru teir so aftur á palli.
Á myndini sæst runavíkingurin Dia Nielsen longst til høgru í reyðari húgvu.