Tað reina Dollars

Sosialurin var á Anfield, tá Fernando Torres gjørdi “come back” fyri Liverpool móti Blackburn. Í London var tað sum í eini sjónvarpsrøð, tá Wayne Bridge og John Terry enduliga hittust eftir “Terrygate”

Fótbóltur

- Sjálvur dysturin, Liverpool – Blackburn, ljóðar ikki so spennandi. Liverpool stríðist fyri at sleppa úr einum aldurdali, og hevur ilt við skapa nakað flótandi álopsspæl. Blackburn hava klárað seg illa á útivølli og spæla fyri tað mesta við longum bóltum framm eftir vøllinum. Heldur vóru tað dystirnir í dystinum, sum gjørdu sunnudagin á Anfield meiri áhugaverdan.
Seinast Blackburn var á vitjan á Anfield, blivu venjarnir óklárir. Venjarin hjá Blackburn, Sam Allardyce, tulkaði eitt hondtekin hjá Liverpool venjarinum, sum um hesin háðaði og provokeraði seg. Venjarin hjá Liverpool, Rafael Benitez, forkláraði eftir tann dystin, at tað als ikki var støðan. Teir vóru ikki komnir til nakra semju undan dystinum sunnudagin, og eftir dystin er ilt bara blivið til verri.

Diouf a disgrace
Sum væntað, so vóru nógvir nærdystir, og fleiri ferðir gjørdist menn so heitir, at dómarin noydist at blanda seg uppí. Ikki nokk við tí, so høvdu Liverpool leikararnir og fyrrverandi Liverpool leikararin, El-Hadji Diouf okkurt at prógva yvir fyri hvørjum øðrum. Diouf spældi seg ongantíð inn í hjørtini hjá Liverpool viðhaldsfólkinum. Tað var táverandi Liverpool venjarin, Gerard Houllier, ið eftir HM 2002 keypti Diouf. Hann er saman við Michael Owen millum teir heilt fáu fyrrverandi Liverpool leikararnir, ið fáa ringa móttøku á Anfield.
Serliga liðskiparin hjá Liverpool, Steven Gerrard, og Diouf vóru fleiri ferðir í hornatøkum. Tá fara var til hálvleiks mátti dómarin skilja teir frá hvørjum øðrum. Tá dysturin var liðugur, hildu Liverpool viðhaldsfólkini og Diouf fram at øsa hvønn annan. Diouf fór sum tann einasti Blackburn leikararin yvir til Blackburn áskoðararnar og tveitti troyggjuna út til teir. Sum ein av teimum seinastu av vøllinum, fingu Liverpool viðhaldsfólkini ein gyltan møguleika at siga sína meining við hann. Diouf svaraði aftur við at flenna, og at gera ymisk tekin við hondinum.
Meðan Diouf var á veg av vøllinum, letur í ágrýtna viðhaldsmanninum á setrinum aftanfyri: “It’s a disgrace that Diouf has played in a Liverpool shirt” og ýlir síðani eftir honum: “You f…ing disgrace!!”
Fernando Torres, ið var við frá byrjan fyri fyrstu ferð í næstan tveir mánar, vísti í løtum, hví Liverpool hevur saknað hann so nógv. Steven Gerrard legði Liverpool á odda, meðan Keith Andrews javnaði uppá brotsspark. Stutt eftir skoraði Torres avgerandi málið.
Eftir dystin helt innanhýsis dysturin millum Rafa og Big Sam fram. Benitez var ónøgdur við eina støðu í dystinum, ið hann helt var klárt reytt kort til Blackburn, og fýltist at harðliga spæliháttin hjá gestinum. Big Sam vildi hinvegin vera við, at viðhaldsfólkini hjá Liverpool eru ein orsøk til, at vitjandi liðini á Anfield fáa dómaran í móti sær.
Tað hoyrdist á tónanum hjá báðum, at teir báðir høvdu hug at leggja eftir hvørjum øðrum. Hóast talan er um vaksnar menn í týdningarmiklum størvum, so tykist hetta vera støðið aftaná hvønn dyst í Premier League. Men tað er gott undirhald fyri hyggjan.

Terry-gate
Tað var eisini undirhald fyri allar pengarnir, tá Chelsea og John Terry leygardagin tóku ímóti Manchester City og Wayne Bridge. Størsti spenningurin undan dystinum var, um Wayne Bridge fór at taka í hondina á fyrrverandi vinmanninum John Terry, tá leikararnir heilsa uppá hvønn annan áðrenn dystin.
Tað var sum í eini kærleikssjónvarpsrøð, tá Bridge gekk framvið Terry og hugdi óður uppá hann. Terry hevði bestan hugin at hyggja niður í vøllin, meðan Bridge ikki vildi taka í hondina á honum. Eisini Craig Bellamy var týðuliga ónøgdur við Terry. Fleiri ferð í dystium, rópti Bellamy eftir honum, og eftir dystin segði Bellamy um Terry: »Einki yvirraskar meg við hasum manninum. Øll í fótbóltsheiminum vit hvussu hann uppførir seg uttanfyri vøllin, men á vøllinum er hann ein fantastiskur liðskipari.«
Manchester City vann dystin 4-2, eftir at Chelsea í fyrra hálvleiki hevði lagt seg á odda. Bellamy og Tevez skoraðu hvørsíni tvey fyri City, meðan Frank Lampard skoraði bæði hjá Chelsea. Heimaliðið fekk tveir mans útvistar í seinna hálvleiki.
Wayne Bridge boðaði frá í einum tíðindaskrivi undan dystinum frá, at hann ikki er sinnaður at spæla á enska landsliðnum fyribils orsaka av “Terrygate”. Úrslitið á Stamford Bridge ger, at Manchester City nú er favorittur at fáa fjórða plássið, meðan Chelsea bara er eitt stig frammanfyri Manchester United í oddinum.