At tað er nummar sjey, sum eigur heimavøll ímóti nummar átta, sigur, at talan verður um lyklauppgerð á Skála, tá ið TB seinnapartin kemur á vitjan:
-Vit vístu góðan hugburð á heimavølli ímóti B36, men vit kunnu ikki brúka dystin til so nógv meiri enn tað, tí vit vóru stóran part av tíðini undirmannaðir. Vit fegnast um nýggja málverjan, sum vísti ímóti B36, at hann er góður, og tað er týdningarmikið. Vit eru fýra lið, sum kappast um at sleppa undan niðurflytingarplássunum, og tí hevur tað stóran týdning ikki at tapa, sigur TB venjarin Sigfríður Clementsen.
Fýra TB spælarar eru ikki tøkir í dag: Heri H. Mohr og Ragnar Joensen eru leikbannaðir, og Rógvi Joensen og Eirikur Magnusarson eru skaddir.
Tað mundi vera lakasta TB avrikið yvirhøvur í ár, tá ið tvøramenn í níggjunda umfari – fyrsta mai – vóru á Skála og taptu 5-1. Ta ferðina var Jónhard Frederiksberg trífaldur málskjútti í størsta Skála sigrinum higartil í ár.
-Hjá okkum er tað avgerandi ikki at tapa. Ímóti HB vístu spælararnir góðan hugburð í seinna hálvleiki, og hann skal til, um vit skulu vinna stig ímóti TB, sigur Skála venjarin Pauli Poulsen.
Einasti Skála spælarin, ið ikki er tøkur í dag, er Álvur F. Christiansen, sum er leikbannaður.
Skála-TB: Petur Reinert í dag kl. 15.00.