Tá ið farið var undir seinnu hálvu av kappingini, hevði AC Horsens trý stig fleiri enn liðið, ið liggur beint undir teimum á stigatalvuni. Tað er ikki nógv at geva av, og tí noyðast Johan og liðfelagarnir at stríðast fyri hvørjum einasta stigi.
Trupult hjá Johan
Hjá føroyska landsliðsleikaranum hevur tað verið eitt sindur ójavnt, hvussu tað hevur gingist. Johan hevur av og á verið fastur millum teir fyrstu ellivu hjá Horsens, men kappingin um plássini á liðnum er hørð, og tí kann Johan ikki kenna seg tryggan.
AC Horsens er uppflytari í superliguni, og fleiri høvdu væntað, at liðið, sum hevur fyrrverandi danska landsliðsleikaran Kent Nielsen sum venjara, fór beina kós niður aftur. Men AC Horsens hevur staðið seg eitt sindur betur enn væntað, og teir hava spælt fleiri av stóru liðunum í deildini eitt puss. Millum annað hava teir spælt javnt móti bæði Brøndby og FC Keypmannahavn á heimavølli.