Tað ræður um at skilja frá

Fyri 20. ferð var mikukvøldið pisufundur á Gøtusandi, har 66 studentar og HF arar saman við familju og kenningum og hinum, sum enn eina ferð vildu uppliva serliga hýrin, fegnaðust í góða summarveðrinum

PISUFUNDUR
Jonhard Hammer

Viðhvørt er veðrið ikki so gott. Men oftast eydnast tað væl. Her verður hugsað um pisufundirnar, sum fram ímóti skúlaársenda verða hildnir á Gøtusandi. Mikuvkvøldið vóru 66 studentar og HF arar á Gøtusandi, har kommunan hevði ruddað og hampað, og har hýrurin var sera góður.
Gestarøðari var Jan Berg Jørgensen. Hann arbeiðir í sjónvarpinum. Áður hevur hann verið lærari í studentaskúlanum á Kambsdali, har hann hevur undirvíst í eingilskum og filmi og sjónvarpi. Fyri trettan árum síðani stóð hann við húgvuni á høvdinum á Gøtusandi.
Jan sveimaði víða í síni røðu. Høvuðsboðskapurin var, at tað hjá ungu fólkunum ræður um at velja og vraka. At skilja lortin frá tí góða, sum hann málbar seg.
Fyri studentarnar røddi Jákup Dahl av Kambsdali, og fyri HF ararnar tosaði Sóley Magnussen úr Lamba. Símun Joensen úr Klaksvík var orðstýrari.
Fuglafjarðar hornorkestur spældi. Endað varð við tjóðsanginum, sum varð sungin á tamb. Mannfólkini stóðu við húgvuni í hondini, og konufólkini við húgvuni á høvdinum. Akkurát sum tað sambært gomlu siðvenjuna eigur at vera.
So varð heilsað uppá og ynskt tillukku. Dúgliga varð klikt og filmað, og Per á Hædd syrgdi fyri, at hvør flokkurin varð søguliga dokumenteraður. Myndir av øllum flokkunum, sum hava gingið í studentaskúlanum í Eysturoy hanga í gongini á skúlanum.
Á Kambsdali vórðu prógvini handað hósdagin seinnapartin. Tað gekk fyri seg í ítróttarhøllini á Kambsdali. Tá vóru næmingarnir aftur í fínasta skrúð. Teir flestu vóru í føroyskum búna. Í sambandi við hesa hátíðarløtuna framførdu næmingar, sum hava havt tónleik á hástigi, sang og tónleik undir leiðslu av Eyðuni á Lakjuni.
Pisurnar úr Norðoyggjum komu við fylgi um Leirvíksfjørð. Hesa ferð var tað sjóvegis. Hjá teimum, sum eftir summarfrítíðina fara undir útbúgvingar á Kambsdali og búgva hinumegin Leirvíksfjørð, verður tað øðrvísi. Um alt gongur, sum tað verður roknað við og ætlað, so verður tað um trý ár koyrandi úr Klaksvík og til Leirvíkar.
Síðani í 1982 hevur studentaskúli verið í Eysturoy. Øll árini síðani tá hevur skúlagongdin og øll tiltøk í tí sambandinum verið lagað eftir ferðasambandinum um Leirvíksfjørð. Soleiðis verður tað eisini tey bæði næstu árini. Men nú verður tað ikki so leingi, at tað ikki verður øðrvísi hjá teimum av Viðareiði at fara til tiltøk á Kambsdali, enn tað hevur verið og er hjá teimum í Saksuns og Tjørnuvík og Toftum og Selatrað.
Í sambandi við próvhandanina segði Sámal í Skorini, rektari á Kambsdali, at nú hava 1526 næmingar lokið studentsprógv ella HF prógv í Eysturoyar Studentaskúla og HF skeiði.
Nú eru pisurnar farnar av Kambsdali. Framtíðin fer at vísa, hvussu væl tær fara at duga at skilja tað góða frá tí minni góða. Onkur fer beinanvegin undir víðari útbúgving. Fleiri fara at hvíla frá bókunum og fara at finna sær eitt arbeiði. Onnur ætla sær at ferðast. Felags fyri øll er ivaleyst, at tey hava framtíðar ætlanir, og tað er rættuliga týdningarmikið fyri ungu fólkini.