FF-valið
Tað var felagsformaðurin seinastu mongu árini, Óli Jacobsen, sum legði fyri á valfundinum á Vinnuháskúlanum seinasta fríggjadag.
Hann tosaði fyrst um tíðina, tá ið hann fyri skjótt 40 árum síðan kom í leiðslu FF’s og fyri 36 árum síðan gjørdist felagsformaður.
- Neyðugt var at umskipa felagið á nógvan hátt, eitt nú tí ongar broytingar høvdu verið í viðtøkunum síðan 1938. Hesar broytingar høvdu eisini við sær, at felagsformaðurin fekk dagligu ábyrgdina av felagnum. Nú kundi ikki longur skyldast upp á nakran annan, um okkurt var at finnast at.
Góð hagtalsskipan
Óli segði, at sjálvandi er ymiskt, sum kundi verið øðrvísi og betri, treyðugt so, men felagið er munandi betri fyri – og er eisini munandi sterkari – enn tað áður hevur verið.
Hann nam við góðu hagtalsskipanina, sum FF hevur, og sum hann metir telist millum heimsins bestu.
- Her síggja vit gongdina – frá skipi til skip og ári til ár. Hetta fáa vit ikki umtalu fyri, men tølini geva úrslit, sum hann tók til.
At hagtølini hjá FF ikki geva umrøðu, er nú
ikki heilt rætt, tí tey verða ikki so lítið brúkt av øðrum í metingum um útlit.
Men tað ger so ikki tølini verri.
At verja borg
Óli segði, at sum árini eru liðin, hevur eydnast FF at fáa í lag skipaði viðurskifti fyri allar veiðibólkar.
Men hinumegin "borðið" hjá føroyskum fiskimonnum situr ikki bara reiðarin.
Felagsformaðurin vísti á, at fiskimenn eisini hava síni áhugamál mótvegis almennum myndugleikum, og hann metti, at FF hevur havt stóra ávirkan á almenna fiskivinnupolitikkin.
- Høvdu vit ikki havt søkt okkum hjálp hjá útlendskum fiskifrøðingum og serfrøðingum á økinum, høvdu fáir fiskidagar verið eftir í dag, legði hann dent á.
Óli segði, at stundum hevur verið neyðugt hjá felagnum veruliga at vart borg, sum hann tók til, og í hesum sambandi nevndi hann inntøkutrygdina og ágangin úr Danmark, har TV2 legið seg út í málið, men fekk veruligu viðurskiftini "skeivt í hálsin", sum hann tók til.
Hjálp og ráðgeving
- Vit hava eina effektiva umsiting á skrivstovu FF’s, har umframt eg sjálvur eri, eisini eru tvey onnur skrivstovufólk. Her fáa fiskimenn ta hjálp og ráðgeving, sum felagið kann veita teimum.
Felagsformaðurin segði, at inntøkutølini vísa, at fiskimenn sum heild hava tað gott í dag.
- Ja, eg vil siga sera gott, legði Óli Jacobsen aftrat í sínum fyrsta innleggi á valfundinum.