NSÍ venjarin, Jógvan Martin Olsen, var ovurfegin eftir steypasigurin. Eitt er hálvfinaluplássið og tveir spennandi dystir ímóti ÍF. Men Jógvan Martin leggur meiri í avrikið enn so:
? Hjá okkum ráddi tað fyrst og fremst um at halda tætt í verjupartinum. Har hava vit havt stórar trupulleikar higartil. Leygardagin megnaðu vit fyri fyrstu ferð í ár at fara av vøllinum, uttan at mótstøðuliðið hevði fingið mál. Avrikið og úrslitið vóni eg fara at bera við sær, at spælið fer at gerast betur. Higartil hevur tað als ikki riggað, staðfestir NSÍ venjarin.
Helgi L. Petersen var ikki hundrað prosent klárur. Tí valdi venjarin at halda honum uttanfyri.
? Faktiskt spældu vit við trimum miðvallarum í álopinum. Vit hava ikki aðrar møguleikar. At vit hildu tætt í verjupartinum hevði við sær, at tað var nóg mikið, at vit sjálvir skoraðu eitt mál.