Tað plagar at roynast væl í Miðvági

Næstsíðsti FM kappróðurin í ár verður seinnapartin í dag á Vestanstevnu. Stevnan skiftir ímillum tær tríggjar stóru bygdirnar í Vágum, og hesa ferð er stevnan í Miðvági.

Fyrsta skotið í FM kappróðrinum verður klokkan 15. 50 bátsmanningar fara at taka lut.

Sum tað longu er skrivað her á síðuni fyrr í morgun, so eru líkindini at rógva kapp góð í Miðvági.

Seinnapartin siga veðurvánirnar frá lítlum og ongum høgættarloti.

Í Miðvági plagar tað at ganga skjótt fyri seg, og tað fer tað ivaleyst eisini at gera seinnapartin í dag.

 

5-mannfør gentur

6 Tambar

7 Jallurin

8 Hvassi

9 Drekin

10 Junkarin

11 Firvaldur

12 Blikur 2G

 

6-mannafør kvinnur

7 Lómur 2G

8 Fortuna

9 Jarnbardur

10 Gongurólvur 1G

 

5-mannafør kvinnur

5 Blikur 1G

6 Ritan

7 Báran

8 Frúgvin

9 Sílið

10 Katla

11 Erla Kongsdóttir

12 Teistin

 

6-mannafør menn

3 Jarnbardur

4 Fortuna

5 Lómur

6 Gongurólvur

7 Hósvíkingur

8 Sundabáturin

9 Riddarin 1G

10 Tvørabáturin

11 Rádni

12 Strálan

13 Víkingur

14 Kollfirðingur

 

8-mannafør

7 Kvívíkingur

8 Árnfirðingur

9 Heiðabáturin

10 Argjabáturin

11 Miðvingur

 

5-mannafør dreingir

4 Tambar 1G

5 Blikur

6 Katla

7 Tjaldrið

8 Havfrúgvin

9 Sílið

10 Junkarin

11 Strípan

12 Teistin 1G

13 Jallurin

 

10-mannafør

7 Nólsoyingurin

8 Ormurin

9 Havnarbáturin

10 Eysturoyingur