Í juli mánaði vóru seks 12-13 ára gomul føroysk børn við leiðari á eini CISV-legu í Graz í Eysturríki.
Hetta var ein lega, har tey hittu javnaldrar úr fimm øðrum londum, Belgia, Týsklandi, Kanada og Eysturríki.
Hetta var ein stór uppliving fyri børnini, sum fingu fleiri útlendsk vinfólk, og summi teirra samskifta føroysku børnini við á Facebook.
Á leguni høvdu tey skyldur sum at rudda upp eftir sær, men tað mesta gekk út uppá at koma at kennast gjøgnum spæl og ymisk íriv.
- Tað var ordiliga stuttligt, og vit møttu so nógvum fttum fólkum, siga Hildur Poulsen og Ragnhild í Haraldsstovu, sum vóru við.
Tora og nógvir mýggjabitar
Veðrið var gott, og hitin nógvur. Onkrar dagar var hitin upp móti 35 stigum. Har vóru nógv trø og vátlendi, so mýggjabitarnir tí nógvir.
Men tað vóru ikki bara sólskinsdagar.
- Ein leygardag regnaði heilt illa. Tað regnaði bara beint niður, siga tær báðar.
Tær hugsaðu ikki meira enn tað, tí í Føroyum regnar minst líka illa, men upp á ein annan máta.
Toran gekk, og tað var sum at síggja ein film, siga genturnar.
Undantaksstøða
So illa regnaði, at teimum varð mælt frá at fara út, tí so høvdu øll klæði teirra verið gjøgnumdruknað. Eitt barn havði gloymt at lata vindeygað aftur, og øll klæðini, sum lógu á borðinum, vórðu gjøgnumdruknað.
- Vit hildu tað ikki vera so ógvusligt, men aftaná frættu vit, at Graz var sett í undantaksstøðu orsakað av áarføri, siga Hildur og Ragnhild.
Við tað at hini børnini komu úr ymiskum londum, var enskt samskiftsmálið.
Málið var eingin trupulleiki hjá føroysku børnunum.
- Av teimum, sum ikki vóru enskt talandi, mundu vit klára okkum best málsliga, halda Hildur og Ragnhild.
Onkur úr Belgia dugdi so lítið av enskum, at eitt annað belgiskt barn noyddist at vera tulkur.
- Vit blivu bestur vinir við tey kanadisku børnini, og summi av teimum ætla sær at koma til Føroya at vitja.