Tað er eitt krav, at veiðidagbókin nú skal sendast digitalt til Fiskiveiðieftirlitið, og tað merkir, at vit noyðast at hava internet/ parabol, sigur skiparin á línuskipinum, Sandshavinum, Eyðvarur Petersen.
Tað er Føroyska Sjómansmissiónin, sum hevur vitjað umborð á Sandshavinum, meðan skipið lá í Runavík, har okkurt arbeiði varð gjørt við skipið.
- Vit hava áður ringt dagligu knattstøðu og veiði hjá skipinum inn til Fiskiveiðieftirlitið, og hetta hava vit seinastu árini gjørt yvir fylgissveinatelefonina.
Men, skiparin vísir á, at nú er ein nýggj skipan gjørd, sum teir eru noyddir at innrætta seg eftir. Kravið er ikki galdandi undir Føroyum enn, men uttan fyri føroyska sjómarkið, har Sandshavið eisini hevur kvotur.
Sandshavið fer ætlandi til fiskiskap aftur í kvøld, og leiðin gongur til Íslands. Skipsmanningin kom til skipið tíðliga í kvøld.
Skiparin, Eyðvarður Petersen, hevur gott mót, tí sum hann skemtandi tekur til, at tað nyttar einki at knarra