Tað næstbesta

Fólkaflokkurin sær ætlaða leistin hjá forsætisráðharranum í sambandi við Norðurlandaráðið sum næstbestu loysnina, ið kortini kann koma upp á tal

POLITIKKUR


Um tú ikki fært tann, tú elskar, so mást tú elska tann, tú fært.
Hetta er ikki almenna áskoðan hjá Fólkaflokkinum til ABC samgonguna, men heldur ein passandi útlegging av støðuni hjá flokkinum til støðuna hjá Føroyum í Norðurlandaráðnum.

-Vit ynskja fullan limaskap. Àðrenn vit gera nakað meira í málinum, eiga vit at royna hendan møguleikan. Ber hetta ikki til, so má leisturin hjá forsætisráðharranum metast sum tað næstbesti møguleikin, sum tað ljóðar, sigur Jørgen Niclasen, formaður fyri tingbólkin hjá Fólkaflokkinum.

Fólkaflokkurin stendur tískil í einum slag av bíðistøðu. Men Jørgen Niclasen avvísir ikki, at flokkurin fer at taka undir við leistinum hjá Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharra.

- Tað er serliga avgerandi, hvat Norra, Svøríki og Finnlandi siga í Norðurlandaráðnum. Tey skulu eisini taka fyrilit fyri støðuni hjá sámunum, sigur Jørgen Niclasen.

Einki nýtt

Sum nevnt í blaðnum í gjár avgjørdi eitt samt løgting í 18. mars 2003, at Føroyar skulu royna at fáa fullan limaskap í Norðurlandaráðnum. Málið varð eisini reist á fólkatingi í fyrispurningi til Anders Fogh Rasmussen av Høgna Hoydal, fólkatingsmanni. Fyrispurningurin varð svaraður fyrst í juni mánaði, og tá gjørdi danski forsætisráðharrin greitt, at danska stjórnin vildi ganga við til, at Føroyar fingu eina støðu í Norðurlandaráðnum, ið líktist fullum limaskapi, men fullur limaskapur kom ikki upp á tal við verandi ríkisrættarligu støðu. Og hesa støðu hava danir framvegis.