Tað nærkast bæði hjá 07 og B36

07 Vestur-B36: Teir á oddaliðnum hava seinnapartin møguleika at staðfesta, at tað á ongan hátt er gummiroykur í Gundadali

Um tað eydnast B36 at vinna 19. sigurin í Sørvági í dag, so verður FM heitið heilt tætt undir borðinum, og so fer millum lítið og einki at leypa av hjá 07 Vestur, áðrenn tað verður greitt, at liðið skal niður í næstbestu deildina.
Hugburðurin hjá 07 Vestur hevur ikki verið góður seinastu ferðirnar. Nú er einki sum eitur. Í Vágum vísa tey á, at B71 vísti í Gundadali, at B36 er at tosa við. Hjá 07 Vestur eru Eli F. Hansen, sum seinast var leikbannaður, og málverjin Kristian Joensen, sum var burturstaddur, tøkir aftur.
Tríggjar tær seinastu ferðirnar hevur tað verið strevið hjá B36: Teprir sigrar á B68 og B71 og tap í Gundadali ímóti EB/Streymi, og tað hevur borið við sær, at tað mill­um tey, sum ikki taka undir við B36, hoyrist um gummibein og gummi­royk!
Teir í B36 vilja fegnir hava FM spurningin avgreiddan undan síðsta umfari, tá ið HB verður á skránni. Odmar Færø er komin heim úr Skot­landi, og Símun Joensen er tøkur aftur eftir leikbann. Høgni Eystur­oy er leikbannaður hesa ferð.