Klokkan átta í kvøld verður áttanda umfar í bestu fótbóltsdeildini liðugt, og tá verður bara eitt umfar eftir av fyrsta triðinginum í hesum kappingarárinum.
Tað er rár hending, at øll feløgini í høvuðsstaðnum eiga heimavøll á sama leikdegi. Soleiðis er tað ídag. Tí er fótbóltur í bestu deildini á skrá frá klokkan 15 og fram til klokkan 20 í kvøld.
B36 eigur heimadyst ímóti KÍ klokkan 15, HB eigur heimadyst ímóti 07 Vestur klokkan 18, og AB eigur heimadyst ímóti NSÍ klokkan 18.
Hinir báðir dystirnir – teir verða spældir í Eysturoy – vera klokkan 15.
Eitt hátrýst er á okkara leiðum, og tað ber friðarligt og milt verður við sær ídag. Ættin verður útsynningur, sólin fer at síggja, men tað er eisini møguleiki fyri onkrum ælingum. Hitin verður umleið seks stig.
Áttanda umfar
Ídag
Víkingur – Suðringar: Eiler Rasmussen kl. 15.00
EB/Streymur – Skála: Bjarki Danielsen kl. 15.00
HB – 07 Vestur: Lars Müller kl. 18.00
B36 – KÍ: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00
AB – NSÍ: Alex Troleis kl. 18.00
Støðan undan áttanda umfari
KÍ | 7 | 6 | 1 | 0 | 13 | 3 | 19 |
HB | 7 | 5 | 1 | 1 | 10 | 6 | 16 |
B36 | 7 | 4 | 1 | 2 | 12 | 7 | 13 |
NSÍ | 7 | 4 | 1 | 2 | 13 | 7 | 13 |
Víkingur | 7 | 4 | 1 | 2 | 12 | 8 | 13 |
EB/Streymur | 7 | 2 | 3 | 2 | 9 | 8 | 9 |
Skála | 7 | 2 | 1 | 4 | 5 | 7 | 7 |
AB | 7 | 1 | 2 | 4 | 5 | 10 | 5 |
Suðroyingar | 7 | 1 | 0 | 6 | 2 | 12 | 3 |
07 Vestur | 7 | 0 | 1 | 6 | 6 | 19 | 1 |