Ársskifti. Tað er okkurt hugtakandi við tí. Eitt gamalt og slitið ár verður lagt afturum, og lagt verður til brots í einum nýggjum og frískum ári. Møguleikar eru at broyta og skapa broyting og brúka ársskiftið sum eitt høvi at sleppa onkrum og taka fatt í okkurt annað.
Og tað royna nógv av okkum – við skiftandi úrslitum. Viljin er til staðar – eina løtu í øllum førum – og tað er í fínasta lagi. Við hvørt lukkast tað, og røkkur ikki á mál, var ein erlig roynd í øllum førum gjørd, og nakrir tankar vórðu hugsaðir um tað, vit kundu hugsað okkum at broytt, gjørt ella ikki gjørt.
Løgmaður helt røðu á nýggjárinum, og hann royndi at halda tunguna mitt í munninum, verða jaligur, og taka samanum. Hann segði millum annað:
Tað er mátturin og megin hjá hvørjum einstøkum okkara, ið byggja land. Men umsorganin og virðingin, vit vísa hvør øðrum, tryggjar felagsskapin okkara millum og ger okkara tjóð til eitt gott land at búgva í. Latið okkum tí trína inn í nýggja árið við ábyrgd fyri okkara landi, okkara tjóð og fyri hvør øðrum.
Í Danmark hugleiddi drotning Margretha eisini um felagsskap. Hon vísti á, at fólk í alt ov stóran mun royna at mála eina fullkomna mynd av sær og sínum lívi – ikki minst á Facebook:
Eg haldi, at serliga tey ungu eru útsett. Tey kunnu gerast sera upptikin av nútímans samskifti, at tey so at siga liva í cyberspace, og tilveran verður eitt slag av av framsýningarvindeyga, har tað snýr seg um meira um at sýna seg fram heldur enn at verða tú sjálvur.
Og soleiðis kunnu vit fáa onkur orð við okkum inn í eitt nýtt ár, sum bjóðar nýggjar avbjóðingar, politisk stríðsmál, nýggjan X-Factor vinnara og aðrar stórhendingar.
Vikuskifti er eisini komið inn í nýggja árið í øllum góðum, og vit leggja hugalig til brots við nýggjum vikuskiftisbløðum her í 2013.
Gott nýggjár!