Tað nýggja ættarliðið í Hoydølum

Í seinastmánaði hevði Føroya Studentaskúli og HF-skeið innleiðsluviku fyri einum metstórum tali av nýggjum næmingum. Eini 300 ung luttóku í einari røð av tiltøkum, sum teir ymisku fakbólkarnir fyriskipaðu bæði í Hoydølum og ? sum nakað nýtt ? eisini í Norðurlandahúsinum.

Sum eitt av tiltøkunum skuldi flokkarnir sniðgeva hvør ?sína? floks-T-shirt, sum síðani varð brúkt sum eyðkennisbúni, tá ið kappingar fóru fram. Næmingafjøldin sæst her sum ælabogin - har hvør einstakur dropi er við til at mynda sín lit, og hvør litur er við til at gera ta størri eindina, sum er annað og meira enn bara regndropar í sólskini ? eitt nýtt ættarlið á veg.