Kyndil og VÍF fingu eitt steyp í part burtur úr stóra hondbóltsdegnum á Hálsi leygardagin.
Bæði mans- og kvinnuliðini hjá feløgunum royndu seg afturvið tónleiki frá Rúna Kjær og við Jørleifi Kúrberg sum »stadion-speakara«, og meðan tað ikki var so stórur ivi hjá monnunum, so vístu VÍF-kvinnurnar, at hóast tær júst eru fluttar upp aftur í 1. deild, so verður einki lið, sum fær nøkur løtt stig frá teimum í ár ? í øllum førum ikki, tá spælandi venjarin Ioana Rapa er á liðnum. Hon skeyt 12 av teimum 26 málunum hjá VÍF og átti eisini uppspælið til fleiri av hinum.
Men hóast rumenska hondbóltskvinnan vísti sína styrki, og hóast VÍF var á odda 16-14 í hálvleikinum og hevði leiðsluna, til heilt stutt av tíð var eftir, so eydnaðist tað ikki Vestmanna-liðnum at vinna á føroyameistarunum, sum enn einaferð litu á Lotte Sørensen til at skjóta málini.
Hon gjørdi 13 av teimum 27 málunum hjá Kyndli, og tað verður ivaleyst aftur í ár hon, sum fer at vera størsta álitið á liðnum hjá Sophusi Dal Christiansen.
Dystirnir leygardagin vóru til frama fyri eina Danmarkarferð hjá kyndlakvinnunum. Tær skulu á venjingarlegu í Keypmannahavn um nakrar dagar, og eftir árstíðini man felagið vera nøgt við áskoðaraundirtøkuna.
Bæði hjá monnunum og kvinnunum sást, at tað verður lagt meira fyri í hondbóltinum nú enn fyri nøkrum árum síðani. Øll liðini tyktust vera í rættiliga góðari venjing, og spælið var eisini heilt gott til tíðir.
Dysturin hjá kvinnunum var sera spennandi, og avgerandi málið kom, tá hálvur minuttir var eftir av dystinum.
Hjá monnunum var munurin eitt sindur størri, og tað varð staðfest, at VÍF framvegis er liðið, sum hini skulu vinna á fyri at vinna føroyameistaraheitið. Ingi Olsen er ikki við meir, men Daniel Rapa er komin í staðin, og hann fer ivaleyst at vísa at vera eins góður fyri VÍF-liðið og Ingi, sum nú spælir í Danmark.
Kyndla-venjarin Jakob Jónsson spældi ikki heilt so nógv sjálvur, men eisini hann vísti, at hann styrkir um liðið hjá havnarmonnum.
Tiltakið við tónleiki og frásøgumanni riggaði bara heilt væl. Tað fer uttan iva at taka tíð at venja áskoðararnar við hetta, men Kyndil er við hesum inni á røttu leiðini. Á Skála hevur tað eisini verið vanligt við frásøgumanni, og tað frættist eisini aðrastaðni úr landinum, at feløg ætla at royna hetta.
Tónleikurin er alla aðra staðni í heiminum, og tá fólk hava vant seg við at hoyra dukandi discorútmur, tá málini koma, verður hetta vónandi eisini ein náttúrligur partur av hondbóltinum í Føroyum.










