Tá Tórshavnar Kommuna í 2001 fekk tilboð um at keypa Degnshús frá Brandi í Dal, var tilboðið sent til Jan Christiansen, táverandi borgarstjóra. Jan Christiansen, sum nú situr í minnilutanum í Tórshavnar Býráð, sigur seg einki minnist til skrivið frá Brandi í Dali.
- Hatta skriv, sum tú nevnir har, minnist eg einki til, og eg veit meg ikki hava sæð tað. Um eg hevði sæð tað, so hevði eg ivaleyst tikið tað upp í samgonguni ella beint tað í nevnd til viðgerðar, sigur Jan Christiansen.
Ikki býráðsuppgáva at keypa miðbýin
Tó heldur Jan Chrisitiansen, at tað neyvan hevði broytt so nógv, um hann hevði sæð tað, tí tað hevði neyvan havt við sær, at býráðið hevði keypt húsini, sigur hann.
- Hugburðurin hjá fyrrverandi samgongu var tann, at tað ikki var ein býráðsuppgáva at keypa ognir í miðbýnum, og tí høvdu vit neyvan gjørt nakað við málið, sigur Jan Christiansen.
Sjálvur heldur Jan Christiansen, at skrivið frá Brandi í Dali við tilboðnum um at keypa Degnshús í 2001 kann verða endað í byggideildini, s um ikki hevur mett tað verið áhugavert at farið víðari við málinum.