Tað minkar munandi um tørvin á at avtaka bummgjøldini

Tey, sum brúka undirsjóvartunlarnar dagliga, fáa tað mesta av bummgjaldinum endurgoldið, sigur løgtingsmaður

Nú skal Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum, greiða frá, hvussu støðan er hjá teimum, sum ferðast dagliga ígjøgnum undirsjóvartunlarnar.

Tað eru tað nógv, sum gera í sambandi við arbeiðið, men tey fáa eisini ferðstuðul úr landskassanum fyri at ferðast ímillum.

Tí spyr Jaspur Langgaard, tingmaður fyri Sambandsflokkin, hvussu nógv, landskassin hevur rindað í ferðastuðuli hesi seinastu 10 árini til tey, sum koyra ígjøgnum Vágatunnilin og Norðoyatunnulin ímillum heim og arbeiðspláss.

Hann spyr eisini um øll fáa ferðastuðul tá ið fýra fólk koyra í sama bili til og frá arbeiðið, og um tey, sum koyra við Bygdaleiðum eisini fáa ferðastuðul

Endamálið við ferðastuðlinum, er at gera tað møguligt hjá fólki at forsyrgja sær, og at búgva heima, hóast ein arbeiðir aðrastaðni, og tað eru tey, sum skulu ferðast meiri enn 20 kilometrar til arbeiðis, sum kunnu fáa ferðastuðul.

– Tey, sum fáa ferðastuðul, og sum ferðast gjøgnum Vágatunnilin og Norðoyatunnilin til og frá arbeiði, fáa meginpartin av tunnilsgjaldinum aftur í ferðastuðuli.  Og sostatt minkar tørvurin munandi á at avtaka tunnilsgjøldini munandi, sigur Jaspur Langgaard.