Tað mesta av Rygginum

Meginparturin av teimum 88 tonsunum, sum vóru á uppboðsnum hjá Fiskamarknaðinum í dag, var fiskur frá tveimum línuskipum, sum høvdu verið vesturi á Rygginum. Tað mesta, sum tey høvdu, var toskur og blálonga og nakað av svartkalva.

Góð 30 tons vóru av toski. Toskur I fór fyri 18,06 krónur í meðal, toskur II fyri 17,20 krónur og toskur III fyri 16.30 krónur.

Skipini høvdu 27 tons av blálongu, og hon fór øll fyri 13,09 krónur fyri kilo.

Góð 10 tons vóru av hýsu. Hýsa II fekk meðalprísin 13,29 krónur og hýsa III 12,94 krónur. Knappliga 10 tons vóru av svartkalva, sum fór fyri 29,29 krónur kilo, góð fimm tons av brosmu fóru fyri knappar 9,70 krónur í meðal fyri kilo.

Tey 88 tonsini, sum Fiskamarknaðurin seldi í dag, fóru fyri 1,4 millión krónur.