Tá makin hevur prostatakrabba

Fyrilestur fyri makar hjá monnum við prostatakrabba, mikukvøldið 29. mars kl. 19.00. Fyrilestrarhaldarar eru Birgitte og Anette, kliniskir sexologar og konsulentar á Klaksvíkar sjúkrahúsi.

 

Evni á fyrilestrinum er "Tá makin hevur prostatakrabba".  

 

Lívið broytist ikki bert hjá tí sjúka, men eisini hjá makanum, og tað kann vera ein avbjóðing at standa á síðulinjuni.

 

Fyrilesturin fer at snúgva seg um, hvat prostatakrabbi er, hvussu sjúkan ávirkar mannin, og hvønn týdning tað hevur fyri parlagið.

 

Fyrilestrahaldarar eru Birgitte Schantz Laursen og Anette Højer Mikkelsen, sjúkrarøktarfrøðingar og kliniskir sexologar á Aalborg sjúkrahúsi og konsulentar á Klaksvíkar sjúkrahúsi.                                                                                                                  

 

Tiltakið verður á Krabbameinsfelagnum, Grønlandsvegur 58, 100 Tórshavn.

 

Boða frá luttøku áðrenn týsdagin 28, skrivar Krabbameinsfelagið á krabbamein.fo.