Jens Martin Knudsen, sum vardi føroyska málið í søguliga sigrinum í Landskrona á sinni, var aftur partur av søguskrivingini, tá sigurin á Litava í gjárkvøldið var veruleiki – hesa ferð sum hjálparvenjari hjá Brian Kerr.
– Hetta var fantastiskt. Nú hevur tað verið so nær so leingi, at nú mátti tað koma. Vit hava veruliga trúð upp á tað, og tí mátti tað bara henda, segði hann ovurfegin eftir dystin.
– Menn vóru skuffaðir eftir Eysturríkis-dystin, so nú skuldi tað bara vera. Fantastiskt!