Tað má ikki verða longri at bíða

Støðan er nóg ring, sum hon her, heldur Henrik Old

Tað er týdningarmikið at bilrøðirnar hjá teimum, sum skulu við Strandferðsluni, ikki verða longri enn tær onkuntíð eru í dag.

 

Tað staðfestir Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum.

 

Jógvan Skorheim, løgtingsmaður fyri Sjálvstýri, hevur spurt hann um nakrar ætlanir eru um at gera tað bíligari hjá fólki við húsvognum og húsbilum, at ferðast við Strandferðsluni.

 

Henrik Old svarar ikki spurninginum beinleiðis, men á kunnandi fundi um Suðuroyartunnilin, segði hann, at tað eru ongar ætlanir um tað.

 

Men við Jógvan Skorheim sigur hann kortini, at tað er týdningarmikið at tey, sum ferðast aftur og fram til arbeiðis ella skúla, og tey, sum búgva á oyggjunum, ikki skulu standa enn longri og á ferjulegunum og bíða í bilinum, enn tey onkuntíð gera í dag.


Landsstýrismaðurin hevur eisini víst á, at longu nú er Smyril fullur viðhvørt og tí heldur hann ikki at tað er ráðiligt at lækka prísirnar fyri húsvognar og húsbilar fyri at eggja fólki at ferðast meiri við teimum.

 

– Húsvognar verða størri og størri, og tað eru dømi um, at ein bilur við húsvogni er longri enn fýra vanligir persónbilar og onkuntíð eru teir eisini breiðari enn ein persónbilur.


– Ein persónbilur við húsvogni rindar 320 krónur á styttru farleiðunum, og 450 krónur á Suðuroyarleiðini, sama, hvussu nógv hann fyllir á dekkinum. Ein húsbilur rindar eftir stødd, eins og vørubilar og lastbilar.


Eisini eru húsvognar og húsbilar so høgir, at ofta kunnu bilahillarnar á á Smyrli og Teistanum ikki takast í brúk, tí tær sleppa ikki niður. 

 

– Longu, sum er, er tað rættiliga trongt á biladekkinum á Smyrli, og tað er alt, ið bendir á, at nøgdin av bilum og farmi alsamt fer at veksa framyvir, hevur Henrik Old sagt. Og tí ætlar hann ikki at lækka prísin fyri at fáa fólk at ferðast meiri við húsvognum og húsbilum.