Tað ómøguliga spøkir sum møguleiki

Meistararnir hava tvær tær seinastu ferðirnar tikið seg inn á bæði toppliðini, og um eina viku kann munurin til toppin gerast uppaftur minni

Fótbóltur

 

Er tað hugsandi, at meistararnir í HB enn eina ferð fara at blanda seg í stríðið um gullkrónurnar. Tað eru sjey umfør eftir at spæla, og tá ið munurin nú er minkaður til átta stig, so átti tað at verið lítið sannlíkt, at tað skuldi borið til. Men ikki tá ið talan er um meistararnar.

Í fjør megnaði HB á málstrikuni at vinna FM frá EB/Streymi, sum í síðstu umførunum hevði gummibein, meðan høvuðsstaðarfelagið vann hvørja ferð. Nú renna FM vinnararnir frá í fjør eftir tveimum feløgum, og tvey tey seinastu vikuskiftini er munurin fram til tey fremstu tódnaður.

NSÍ og B36 hava víst seg ikki at vera heilt so driftsikkur, sum tað leingi hevur sæð út til, at tey hava verið. Næstsíðsta vikuskifti tapti NSÍ á heimavølli ímóti Skála, og hesa ferð megnaði B36 ikki meiri enn eitt stig á heimavølli ímóti B36.

Í HB duga teir væl at undirstrika, at teir ikki hugsa um FM, men at tað ræður um at halda tørn við EB/Streym í kappingini um triðja plássið, og rætt er tað. Men tað skerst ikki burtur, at tað skjótt kann gerast heilt spennandi.

Komandi vikuskifti skal B36 til Runavíkar. Undan toppuppgerðini reiddi árstalsfelagið illa fyri sær sjálvum. Jákup Mikkelsen og Mikkjal Thomassen verða leikbannaðir ímóti NSÍ, og hóast B36 hevur nógv og gott fólk, so koma júst hesi bæði leikbannini sjálvandi ógvuliga illa við.

Um toppdysturin endar við javnleiki, og um HB samstundis megnar fulla úrtøku á heimavølli ímóti B71, so er møguleiki fyri heilt stórum spenningi, tá ið HB skal spæla í Runavík og ímóti B36.

EB/Streymur hevur sama stigatal og harvið sama møguleika sum HB at taka oddaliðini aftur, og steypavinnararnir greiddu hesa ferð sín setning í Gøtu. Men tá ið tað er havnarfelagið, sum áður hevur víst, at teir kunnu megna tað heilt ótrúliga, verður serliga fokuserað á teir. Í 23. umfari hittast HB og EB/Streymur í Gundadali, og tá kann javnleikur bera við sær, at møguleikin hjá hesum báðum feløgunum kámast heilt nógv.

 

B36 ofta á útivølli

Framvegis eru tað NSÍ og B36, sum stríðast um FM, og undan 21. umfari má metast NSÍ metast sum lítil favorittur. Talan verður undir øllum umstøðum um sannan gysara í Runavík nú sunnudagin, og serliga í Runavík, har tey bíða eftir fyrsta FM heitinum nakrantíð, er fótbóltsprátið ógvuliga nógv.

Skráin hjá NSÍ í sjey teimum seinastu umførunum er B36 (h), EB/Streymur (ú), AB (h), HB (h), GÍ (ú), VB/Sumba (h) og KÍ (ú). Besta úrslitið higartil náddi NSÍ í 2002, tá ið teir í Runavík á síðsta leikdegi vunnu 3-2 og silvurmerkini í Klaksvík. Spurningurin er, um tað hesa ferð verður við gullkrónum um hálsin, at NSÍ fer at fara úr Klaksvík leygardagin 27. oktober.

Skráin hjá B36 í sjey teimum seinastu umførunum er NSÍ (ú), GÍ (ú), Skála (h), AB (h), B71 (ú), EB/Streymur (ú) og HB (h).

Hjá bæði NSÍ og B36 liggja stórar uppgávur fyri framman. Tær skulu loysast, um FM heitið skal vinnast, og oddaliðini mugu roknast sum favorittar í øllum dystunum. Higartil hava tey víst seg før fyri at takla avbjóðingarnar. Tí eru tey oddalið. Í løtuni er størsti spenningurin um, hvussu tað fer at spæla av í toppbrakinum sunnudagin. Ikki minst í HB, har tað tað ómøguliga spøkir sum møguleiki!

 

Ikki umborð á Smyril

Í 20. umfari varð tað næstan greitt, at Formula feløgini ikki skulu til Suðuroyar í 2008. Tað sær framvegis svart út fyri Formula fótbólti á Argjum næsta ár, men sigurin í Vági kveikti vónina hjá AB.

Feløgini, sum nógvu tær seinastu vikurnar hava fingið minst burturúr, eru B71 og GÍ. Sandoyingar hava bara fingið eitt stig burturúr teimum fýra umførunum síðani summarsteðgin, og gøtumenn hava einki stig fingið síðani summarsteðgin. Tað er merkisvert, tí GÍ fekk tríggjar nýggjar spælarar í summarsteðginum, og eitt skifti undan summarsteðginum lyfti góð sigursrøð gøtumenn í nánd av bronsuplássinum.

Hjá Skála er tað mest upp og niður, meðan KÍ rættiliga hevur fingið ferð á. Møguleikarnir í liðnum og vónin liggja í 2008. Katastrofalu nógvu fyrstu umførini gera, at tað ikki er møguleiki fyri toppplasering í ár.

Fýra ferðir á rað er KÍ farið av vøllinum uttan at hava tapt, og tvær tær næstu ferðirnar standa liðini undir strikuni á skránni. Tað kann gerast lurturin hjá klaksvíkingum at senda fyrst VB/Sumba og síðani AB úr deildini, sum tað fyrr í summar tóktist vera góður møguleiki fyri, at KÍ fyri fyrstu ferð nakrantíð skuldi detta úr. Í tí førinum gjørdist tað ómøguliga ikki veruleiki!