Tað má for fanin verða pláss fyri idealismu

Jústinus Eidesgaard hugleiðir um at flyta heim til Føroya at búgva

Journalistur Jústinus Eidesgaard hugleiðir á facebook um, hví hann í 1982 flutti heimaftur til Føroya at búgva, hóast hann kundi havt leitað sær eftir spennandi starvsmøguleikum, livandi stórbýarumhvørvi og hægri løn uttanlands:
- Í 1982 flutti eg heim aftur til Føroyar eftir lokna útbúgving. Hetta var ikki ein spurningur fyri meg, um eg nú misti umhvørvið í Danmark, cafeir, barrir etc. Eg hoyrdi heima í Føroyum og tað var heldur ikki uppi at venda, um tað var eitt Kánans land, eg flutti aftur til. Eg hoyrdi heima í Føroyum, her vóru míni kæru, og her var eg myndaður sum persónur, og her vildi eg gera mun.
- At flyta heim til ein fátækan blaðheim, var kanska ikki tað mest lokkandi, um tú hugsar í krónum og oyrum, men tað var nakað heilt annað, ið dró. Bondini til mínar landsmenn, mína familju, mítt mál og alt tað deiliga í hesum landi. Um tú ikki elskar Føroyar við øllum regninum og tí neiliga, sum eisini finst her, eins og alla aðrastaðni í heiminum, tá er tú ikki verdigur at búgva her.
- Tað kann ikki bara vera ein spurningur um, hvat samfelagið hevur at bjóða tær, tað má eisini vera ein spurningur um, hvat tú vil skapa í landinum, tú vil búgva. Hvat hevur tú at bjóða Føroyum, eigur at liggja fremri enn, hvat Føroyar hava at bjóða tær. Eg kundi allarhelst verið betri fyri materielt, um eg í 1982 valdi annað heimland enn Føroyar, ella um eg valdi aðra yrkisleið, men spurningurin er, um eg hevði verið lukkuligari, skrivar Jústinus Eidesgaard og leggur afturat:
- Tað má for fanin eisini vera eitt sindur av plássi fyri idealismu í 21. øld.
(mynd jústinus)