NOREG
Í Kristiansand kendu teir seg mánadagin at hava vunnið gull. Tað gjørdu teir, tí tað nú var greitt, at venjarin hjá teimum, Tom Nordlie, hevur skrivað undir nýggjan trý ára sáttmála við felagið. Í vikuskiftinum frættist annars, at ríkasta felagið í Noregi, Rosenborg, vildi hava Start venjaran, sum var áhugaður í at flyta til Tróndheim. Møguleiki var ikki fyri hesum fyrrenn í november, tá ið kappingin verður liðug.
Sunnukvøldið legði Rosenborg venjarin frá sær, og so var neyðugt hjá teimum at finna nýggjan venjara nú beinanvegin. Tað høvdu teir í Tróndheimi ikki roknað við, og tí var tað móti upprunaligu ætlanum hjá teimum, tá ið teir mánadagin settu annan venjara enn Tom Nordlie.
Undan dystinum móti Viking í Stavanger skrivaðu Tom Nordlie og Viking undir nýggjan sáttmála, og í Kristiansand siga tey, at tey hava vunnið stríðið um gullið, sum altso er venjarin.
At venjarin heldur fram í felagnum, hevur týdning fyri Toda Jónsson. Tað er eftir ráðum frá venjaranum, at felagið hevur keypt Toda, og at venjarin heldur fram í felagnum, ger, at vánirnar hjá Toda at sleppa á liðið framvegis verða góðar. Todi er sáttmálabundin at Start inntil á heysti í 2007 um hann velur at halda fram í felagnum, eftir at kappingin verður liðug í heyst.
Mánakvøldið var Todi millum teir fyrstu ellivu, tá ið Start var í Stavanger og spældi móti Viking og Roy Hodgson, sum Todi helt so ógvuliga nógv av, tá ið hesin fyri nøkrum árum síðani var venjari í FCK.
Úrslitið var 1-1. Start legði ógvuliga bragdliga fyri, og tá ið fimm minuttir vóru farnir, løgdu teir seg á odda. So gjørdist spælbýtið meiri javnt, og danski Allan Gaarde, sum inntil í summar spældi í AaB, javnaði við fínum langskoti, tá ið knappur hálvur tími var farin.
Todi Jónsson var á vøllinum í 65 minuttir. Í VG fær hann fýra fyri sítt avrik. Start hevði fleiri upplagdar møguleikar enn heimaliðið, meni síðstu løtu hevði heimaliðið tveir góðar møguleikar at skora sigursmálið, uttan at tað eydnaðist.
Tá ið tað varð farið undir aftur kappingina eftir summarsteðgin, var Start seks stig frammanfyri Vålerenga. Nú eru teir fýra stig frammanfyri, og Vålerenga hevur spælt ein dyst færri enn Start.
Men hóast tað er tódnað í toppinum, so eru teir í Kristiansand fullvísir í, at tað fer at eydnast teimum at vinna NM fyri fyrstu ferð í 25 ár. Teir siga, at eingir spælarar eru so væl fyri, sum teir í Start eru tað.