Tað logar undir sandoyingum

1.DEILD: NSÍ hevur í dag lagt seg á næstfremsta plássið

Trý tey síðstu umførini verða meiri spennandi í næstbestu deildin, enn sandoyingar høvdu vónað, at tey fóru at vera.

B71 tapti í dag 2-1 á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ. Úrslitið ber við sær, at sandoyingar nú eru í vanda fyri at missa plássið í næstbestu deildini.

Nú tað resta trý umfør, eru tað tvey stig frá B71 og aftur til Giza Hoyvík, sum er undir strikuni. Tríggir teir síðstu dystirnir hjá B71 eru ímóti HB (ú), B68 (ú) og ÍF (h).

 

2-1 sigurin á Sandi ber við sær, at NSÍ nú er næstfremst. NSÍ og KÍ hava 49 stig. Málmunurin hjá NSÍ er +43, og hjá KÍ er hann +30.

 

Øll trý málini vórðu skorað í fyrra hálvleiki. Andri Benjaminsen setti hol á í sjeynda minutti, ellivu minuttir seinni økti Magnus H. Olsen til 2-0, og átta minuttir undan steðginum minkaði Tummas Pauli Olsen um munin.