Meistaraheitið er so at siga komið upp á pláss í HB húsinum, hóast gullfavoritturin HB ikki megnaði meiri enn 1-1 á heimavølli ímóti Víkingi í dag. HB hevði møguleika at tryggja sær leiðslumál lítla løtu eftir at Víkingur hevði javnað, men Andrew av Fløtum misnýtti úr ellivu metrum.
Í botninum vann 07 Vestur tryggan 2-0 heimasigur ímóti B36. Avrikini hjá 07 Vestur fleiri tær seinastu ferðirnar hava ikki boðað frá, at 07 Vestur skal flyta niður, og tað boðaði avrikið í dag heldur ikki frá.
KÍ javnaði til 1-1 á heimavølli ímóti AB, tá ið klaksvíkingar í síðstu løtu fingu brotsspark. Hóast KÍ royndi at trýsta, so gekk tað illa at spæla seg til upplagdar møguleikar ímóti AB. Argjamenn vístu, hví teir ikki eru partur av botnstríðnum.
ÍF legði rygg til trivaligt 5-2 tap á Svangaskarði ímóti B68, sum við sigrinum hevur lagt seg á bronsuplássið ? í hvussu so er inntil mánakvøldið, tá ið NSÍ hevur møguleikan at taka triðja plássið frá grannunum. NSÍ skal spæla í Streymnesi.
Komandi vikuskifti verður tað ikki spælt í landskappingini, tí tá fer landsliðið at spæla í Eysturríki.
23. umfar verður um tvær vikur. Leygardagin 12. september verður sannur lagnudystur í Fuglafirði, har KÍ fer at vitja ÍF.
07 Vestur fer spæla á Argjum, og nú fer grannauppgerðin hjá B36 ímóti HB at hava uppaftur størri týdning, enn hon annars plagar at hava.
22. umfar
HB-Víkingur 1-1 (1-0)
1-0: Rógvi Poulsen
1-1: Sølvi Vatnhamar
KÍ-AB 1-1 (0-0)
0-1: Tróndur Sigurðsson
1-1: Atli Danielsen
Reytt kort: Høgni Madsen, KÍ
07 Vestur-B36 2-0 (1-0)
1-0: Gunnar Haraldsen
2-0: Tamba
B68-ÍF 5-2 (3-1)
1-0: Keita Ahmed
2-0: Óli Olsen br
2-1: Andy Olsen
3-1: Keita Ahmed
4-1: Debus Danielsen
5-1: Keita Ahmed
5-2: Rógvi Jacobsen
EB/Streymur-NSÍ
mánakvøldið
Støðan
HB 48
EB/Streymur 37
B68 36
Víkingur 35
NSÍ 34
AB 30
ÍF 23
B36 21
07 Vestur, KÍ 18
Øll liðini hava spælt 22 dystir uttan EB/Streymur og NSÍ, sum hava spælt 21 dystir
23. umfar
12. september
ÍF-KÍ
13. september
NSÍ-B68
Víkingur-EB/Streymur
B36-HB
AB-07 Vestur