- Tað liggur nakað vakurt í at vera kiksaður

Tað sigur annar av forsangarunum í Dynamit, sum í kvøld fer á pall á Vágsbøi

- Vit allir trívist í at vera kiksaðir. Summi skulu vera so polera, snøgg og fullkomin, at tey aldrin koma á flog. Men hvør hevði tíma lurta eftir Bob Dylan, um hann sang reint, ella vitjað skeiva tornið í Pisa, um tað var beint? Tað liggur nakað vakurt í at vera kiksaður. Og øll menniskjur kenna seg aftur í at vera kiksað.


Tað sigur Niclas Heri Jákupsson, annar av forsangarunum í Dynamit, í longri samrøðu við Vikuskiftis-Sosialin í samband við, at bólkurin í kvøld framførir á Summar Festivalinum.


Á midnátt í kvøld fer Dynamit á pallin á Vágsbøi fyri sjeyndu ferð, og í samrøðuni lovar forsangarin, at bólkurin fer at royna at endurskapa bestu konsertina, ið teir hava havt á festivalinum.


- Eg havi brúkt síðstu vikuna at hyggja eftir tilfari og Youtube-brotum frá 2009. Vit hava lagt programmið sum 2009 og ljósið er sum 2009. Ætlanin er at raka okkara besta. Ein munur verður kanska, at eg ætli mær at geva áhoyrarunum meira pláss og bara lata tey vera til staðar og merkja okkum. Tað nýtist ikki at ganga við fullari ferð alla tíðina, sigur Niclas Heri Jákupsson.


Til ber at lesa alla samrøðuna við Niclas Hera Jákupsson í Vikuskiftis-Sosialinum, ið fæst til keyps í sølubúðum kring landið.