Tað eydnaðist TB at vinna tøttu toppuppgerðini á heimavølli ímóti AB. Úrslitið var 1-0, og málið skoraði TB í evstu løtu. Málskjútti var miðverjin Dmitrije Jankovic, sum við høvdinum stýrdi bóltin dygst inn við stólpanum, eftir at serbiski landsmaður hansara, Bojan Zimic, hevði sent fríspark fram í brotsteigin, har bólturin ferðaðist høvd av høvdi, áðrenn miðverjin skoraði og harvið syrgdi fyri, at tað nú er upp til TB at gera av, um eitt ella tvey feløg úr Suðuroy skulu spæla í bestu deildini í 2012.
AB hevði í 2. hálvleiki fleiri góðar møguleikar at skjóta mál, men Ivan Stoikovic var sannur brandur í TB málinum.
Nú tað resta trý umfør er TB trý stig og eitt mál frammanfyri AB.
Hjá toppliðnum FC Suðuroy var eingin slingur í valsinum. Í Leirvík vann oddaliðið 6-1 ímóti Víkingi. Tríggir spælarar skoraðu tvey mál í part: toppskjúttarnir David Asare og John T. Poulsen og liðformaðurin Palli Augustinussen. Hjá Víkingi var tað liðformaðurin Ingi Sørensen, sum umsetti brotsspark til mál.
Botnliðið 07 Vestur legði rygg til 8-1 tap á heimavølli ímóti Skála, sum hevði Brian Jacobsen sum fýra faldan málskjútta.
Í Gundadali var grannauppgerð millum FC Hoyvík og HB. Talan var so at siga um niðurflytingarfinalu, sum HB vann 3-1. Báðir partar umsettu brotsspark til mál, og FC Hoyvík misnýtti eitt brotsspark. Úrslitið ber við sær, at FC Hoyvík nú er undir strikuni.
Við 2-1 heimasigri á NSÍ lyfti EB/Streymur seg upp um niðurflytingarstrikuna. Arnar Dam skoraði sigursmálið í síðsta minutti, og tað málið kann um nakrar vikur fara at vísa seg at vera munurin millum 1. og 2. deilarfótbólt í 2012.
Myndirnar eru frá dystinum i Hvalba ímillum TB og AB.
Víkingur-FC Suðuroy 1-6 (1-3)
0-1: David Asare 18.
0-2: Palli Augustinussen 21.
1-2: Ingi Sørensen br 33
1-3: John T. Poulsen 34.
1-4: John T. Poulsen 66.
1-5: Palli Augustinussen 69.
1-6: David Asare 88.
FC Hoyvík-HB 1-3 (0-1)
0-1: Bogi Reinert Petersen br 30.
0-2: Rói av Fløtum 64.
0-3: Páll Holm Jacobsen 80.
1-3: Jan Mølvard Laursen br 90
TB-AB 1-0 (0-0)
1-0: Dmitrije Jankovic 90.
EB/Streymur-NSÍ 2-1 (1-0)
1-0: Poul G. Olsen br 31.
1-1: Rógvi Højgaard 70.
2-1: Arnar Dam 90.
07 Vestur-Skála 1-8 (1-2)
1-0: Jóhan Selfoss 14.
1-1: Brian Jacobsen 16.
1-2: Brian Jacobsen 28.
1-3: Jákup Johansen 55.
1-4: Brian Jacobsen 62.
1-5: Brian Jacobsen 67.
1-6: Markus Olsen 84.
1-7: Teitur R. Joensen 89.
1-8: Olaf Ellingsgaard 90.
Hagtølini eru frá faroesoccer.com
Støðan
FC Suðuroy 61
TB 55
AB 52
NSÍ 35
Skála 34
Víkingur 31
EB/Streymur 25
HB 24
FC Hoyvík 23
07 Vestur 3
Øll liðini hava spælt 24 dystir uttan EB/Streymur og HB, sum hava spælt 23 dystir.