Tað letur seg væl gera, at minka munandi um útlátið frá skipum. Tað sigur Thormund Johannesen skipaverkfrøðingur.
Men hann sigur, at skal tað eydnast, krevst bæði at viljin er til staðar og at reiðarar søkja sær ta røttu vitanina.
– Men hetta er ikki bara ein spurningur um at lúka krøv. Hetta er í heilt stóran mun eisini ein spurningur um kappingarføri.
– Og sum altíð, vinnur hann, ið best dugir at tillaga seg, sigur hann.
Thormund Johannesen vísir á, at skulu vit tosa um at gera skipaflotan grønari, hava bæði fiskivinnan og ferðavinnan stórar avbjóðingar
– Ferðafólk skulu flytast og tað fer ikki at bera til, sum higartil, við dieselriknum ferjum. Og fiskivinnan, sum stendur fyri næstan helvtini av tí øllum útlátinum, kann heldur halda fram sum higartil.
Hann sigur, at burtur sæð frá Norrønu og Smyrli, kunnu øll skipini hjá Strandferðsluni rekst við elektrisiteti.
Men hann leggur afturat, at í fiskivinnuni er uppgávan nógv størri.
– At skifta gamlar dieselmotorar út við nýggjar er ein bati, men munar einki til at minka um CO2-útlátið – og har fara krøvini helst at herðast enn meira. At fáa CO2 útlátið frá skipum niður í helvt í 2050, letur seg slett ikki gera við bara við diesel, sigur skipaverkfrøðingurin.
– Í altjóða politikki sær harafturat út, at avgjøld fara at verða løgd á CO2 útlát, fyri at tvinga reiðarar at leggja um.
– Eisini eru felagsskapir farnir at marka skip eftir útláti, so at viðskiftafólk kunnu velja tey mest dálkandi skipini, frá.
Tí mugu aðrar loysnir enn bara diesel eina finnast í samband við at skipaflotin verður endurnýggjaður.
– Tað nýttar ikki at marknaðarføra seg við reinum havumhvørvi, um fiskiveiðan er kolsvørt.
Og í hesum sambandi sigur Thormund Johannesen, at Bakkafrost hevur víst vegin við nýggja brunnskipinum.
Har er lagt upp fyri framtíðarkrøvum hvat útláti viðvíkur. Skipið fær útgerð til landstreym, so ímeðan tað liggur við kai, kann tað bæði sirkulera, reinsa, køla og lossa við landstreymi.
– Skipið skal eisini hava battarískipan, sum ger tað møguligt at sigla inn og út eftir Skálafjørðinum við battaríum eina.
– Tá ið SEV er vorðið 100 prosent grønt í 2030, kann skipið sostatt liggja við kai og sigla inn og út eftir Skálafjørðinum við 100 prosent reinari orku.
– Uttanfyri Skálafjørðin verða dieselmotorarnir settir í gongd. Men hesir kunnu, umframt diesel, brenna náttúrugass, og møguliga eisini viðgjørt biogass.
– Tá ið biogassverkið hjá Bakkafrosti er liðugt kann ein partur av biogassinum viðgerast til motorbrennievni til skipið, so at tað – uttanfyri Skálafjørðin – kann sigla við orku úr laksaskarni, laksaslógvi og neytamykju.
Náttúrugass og biogass eru ikki rein orka, men hava tó umleið ein fjórðing minni CO2 útlát enn diesel.
Nýggi brundbáturin hjá Bakkafrost hevur eisini aðrar hentleikar, sum kunnu slóða fyri, at tað kann sigla við 100 prosent grønari orku um nøkur ár - og tá verður reint vatn tað einasta útlátið frá skipinum, sigur Thormund Johannesen.
Trýst her og les meiri her um, hvussu Thormund Johannesen sær støðuna: Útlátið og skipini











