Tað leikaði hart á

Verkfallið hjá Fiskimannafelagnum endaði fyri eini løtu síðani. Men tað kundi akkurát tað sama blivið drúgt, tí tað leikaði hart á. Spurningurin er, hvat vit høvdu fingið burturúr einum longri verkfalli, sigur formaðurin í Fiskimannafelagnum

- Eg eri væl nøgdur við, at vit fingu ein enda á verkfallinum leygarkvøldið.

Tað staðfestir Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum.

Sostatt varð verkfallið ikki so drúgt, sum nógv høvdu fryktað fyri.

Men tað kundi tað akkurát tað sama blivið, tí tað leikaði hart á, sigur formaðurin í Fiskimannafelagnum.

Hann sigur, at tað er ein spurningur, hvat Fiskimannafelagið hevði fingið burturúr einum longri verkfalli.

- Spurningurin er, um tað, vit høvdu fingið burturúr at longt verkfallið, hevði vigað upp ímóti teimum avleiðingum, tað hevði havt fyri samfelagið, tí tað kundi saktans enda við, at fleiri skip og virki fóru á heysin og tað hevði verið ein vanlukka fyri alt samfelagið.


Fara aldrin at betala

Tað, sum serliga skilti partarnar, var tann umstrídda oljusemjan, sum varð gjørd í seinastu samráðing. Har stendur, at fer oljan upp um 2,90 krónur fyri liturin, skulu partarnir tosa saman um oljuútreiðslurnar. Tað, sum liggur í hesum er, at fiskimenninir skulu betala ein part av oljuni.

Men hetta noktaði Fiskimannafelagið blankt og tað er var ein høvuðsatvoldin til verkfallið.

Í nýggja sáttmálanum eru fiskimenninir slopnir undan at betala ein part av oljuni.

Ella eru teir nú tað?

Í nýggja sáttmálanum stendur, at partarnir skulu taka spurningin um útreiðslurnar til oljuna upp av nýggjum longu í ár.

Men formaðurin í Fiskimannafelagnum staðfestir, at tað verður ikki fyri at viðgera, hvussu nógv fiskimenn kunnu betala av oljuni.

- Tað fer ongantíð at koma upp á tal, at fiskimenn fara at betala ein part av oljuni, tí vit fara aldrin at betala fyri at sleppa til arbeiðis, staðfestir Jan Højgaard.

- Tað einasta, sum partarnir tískil skulu tosa um, er at fáa reiðararnar heilt at sleppa kravinum um at fiskimenn skulu betala ein part av oljuni.

Soleiðis skilir Fiskimannafelagið hesa ásetingina í nýggja sáttmálanum, sigur Jan Højgaard.

Les eisini greinina “Eru glaðir hóast allir partar taptu og greinina: “Reiðarar betala fimm krónur meiri um dagin”.