Modena, Italia: Líka síðani dystarskráin varð løgd, hevur føroyski landsliðsvenjarin vitað, at talan kundi gerast um eyka trupla uppgávu, nú vit skriva november, og landsliðið skal í dyst.
Eitt er, at menn eru væl fyri kropsliga. Men vantandi dystarvenjingin merkir eisini, at tað, sum eigur at fella einum spælara lætt, brádliga ikki er heilt so lætt, kortini, sigur Jógvan Martin Olsen.
- Taka vit dystin hjá U21 móti Albania, so haldi eg, at vit síggja nøkur eyðkenni um, at menn ikki eru í optimalari dystarvenjingin. Serliga timingin og automatiseringin hava lyndi at hvørva. Og tað at gera tað einfalda verður brádliga trupult.
Men júst tað, at spælarar kanska steðga ein brotpart av einum sekundi ov leingi. Tað er væl ikki tað, sum tú hevur mest brúk fyri, tá spælt verður móti Italia?
- Nei, avgjørt ikki. Og tað ger væl, at útgangsstøðið verðu rættiliga verjukent hjá okkum. Nú vita vit ikki, hvussu teir spæla, tí tað er væl hugsandi, at fleiri av eykaspælarunum fáa møguleikan, nú teir hava spælt seg víðari. Sjálvur hevði hildið, at tað vildi verið best fyri okkum, um allar tær stóru stjørnurnar vóru á vøllinum. Nú kann væl hugsast, at teir, sum byrja á vøllinum, veruliga vilja vísa, at teir eiga at teljast millum teir fyrstu ellivu.
- Alt hetta ger, at fyrireikingarnar hjá okkum verða enn truplari, tí tað er ikki vist, at tað nyttar okkum nakað at hyggja at upptøkum hjá liðnum, um tað nú eru 11 aðrir mans, sum koma á vøllin mikukvøldið. Men tá tað er sagt, so er tað framvegis Italia, sum vit spæla ímóti. Og vit vita so undir øllum umstøðum, at talan er um eitt lið í heimsflokki, sigur Jógvan Martin.