Tað lætnaði hjá klaksvíkingum

KÍ ferðalagið hevur onkuntíð verið størri, tá ið klaksvíkingar hava spælt á útivølli, enn tað var í dag.

Tapið fyri B68 í Klaksvík mikukvøldið mundi neyvan skunda undir at fylgja við KÍ til Runavíkar eftir langt festival vikuskifti.

Men trúgvu KÍ viðhaldsfólkini fingu valuta fyri pengarnar.

Eftir málleysan 1. hálvleik vann KÍ 4-2 á NSÍ.

Bjarni Jørgensen, sum leingi hevur verið uttanfyri orsaka av skaða, legði við góðum skoti KÍ framum beinanvegin eftir hvíldina. Bogi Løkin svaraði skjótt aftur eftir uppspæl frá Øssuri Dalbúð og Aco Pandurovic.

Rógvi Jacobsen legði við sínum fyrsta máli, síðani hann kom aftur úr Noregi, KÍ framum aftur, men stutt eftir svaraði NSÍ aftur, tá ið KÍ miðverjin Jan Andresasen var so óheppin við stútara at javna til 2-2.

Tvey tey síðstu KÍ málini skoraðu Rodrigo og Joe Zewe. Tá ið hesin seinast nevndi fram ímóti dystarenda skoraði til 4-2 varð hann púra leysur. Verjuspælararnir steðgaðu á, tá ið linjudómarin hevði veittrað, men dómarin var ikki samdur við mannin á síðulinjuni.