Tað lýsnar í Eysturoy

Hóast teir enn sakna stuðulsspælarar, so gongur tað rætta vegin á Skála, har teir sunnukvøldið fara at takast í botnstríði móti ÍF, sum endiliga tykist hava fingið bilbukt við skaðarnar

Tað er bygdarstevna á Skála í vikuskiftinum. Landskappingardysturin móti ÍF verður klokkan 18 sunnukvøldið, og tað er eingin ivi um, hvør besta stevnugávan hevði verið hjá skálamonnum. Hon hevði verið sigur og harvið full úrtøka.
Í ár hevur Skála orsakað av skaðum brúkt nógv fólk, og úrtøkan hevur ikki verið nakað serlig. Bara í heimadystinum móti VB/Sumba í triðja umfari 13. apríl hevur tað eydnast at fáa fulla úrtøku.
ÍF fekk fyrstu stigini, tá ið teir næstsíðsta mikukvøld vunnu stórsigur, 3-0, á heimavølli móti B68. Um tað eydnast ÍF at fáa øll stigini við sær inn um Varmakeldueið sunnukvøldið, so verður ÍF ikki longur á niðasta plássinum, sum teir hava hildið heitt átta tey fyrstu umførini.
Á Skála er manningarliga støðan ikki heilt góð enn, men tað gongur rætta vegin. Pætur Dam Jacobsen, sum bæði var skaddur og leikbannaður í Runavík, Poul N. Poulsen og Bjarni Jørgensen, sum fóru av vøllinum, tí teir vóru skaddir, eru komnir fyri seg aftur. Bjarni er so mikið væl fyri, at hann sunnudagin fyri fyrstu ferð umboðaði Føroyar.
Pauli G. Hansen var ikki heilt klárur mikukvøldið í síðstu viku. Í 1. hálvleiki var hann vongverji í høgru, og eftir steðgin var hann á vanliga miðvallarplássinum. Tað gekk hampuliga væl, og á Skála rokna teir við, at Pauli verður millum teir fyrstu ellivu sunnudagin.
Ein av orsøkunum til at tað hevur hilnast illa hjá ÍF higartil í ár kann vera, at tað hevur staðið syndarliga illa til við fólki. Nú stendur so mikið væl til, at allir teir, sum teir rokna við at hoyra til besta liðið, eru tøkir. Karstin Joensen segðist at vera givin. Málverjin var kortini við móti B68, og hann verður eisini í málinum á Skála.