Tað lýsir í hjá línuflotanum

Føroya Reiðarafelag staðfestir, at gongdin hjá línuflotanum hevur verið munandi betri higartil í ár enn somu tíð í fjør

Fiskivinna

Á síni heimasíðu vísir Føroya Reiðarafelag á, at árið 2009 var merkt av stórum trupulleikum við óvanliga vánaligum fiskiskapi og sera vánaligum fiskaprísum.
Í fjør høvdu feløgini, sum reka línuskipini, eisini ein annan stóran trupulleika, sum var at fáa skipini mannaði.
- Men við veksandi inntøku umborð og veksandi arbeiðsloysi á landi er tað nú lættari at manna skipini.
Heimasíðan veit at siga, at teir, sum reka línuskipini, síggja ljósari uppá framtíðina.
- Tað er soleiðis í fiskivinnuni, at bara ein góður túrur kann geva monnum mótið aftur, og nú sær veruliga út til, at fiskiskapurin er betri, og prísirnir eru á veg uppaftur.

17 kanska talið
Føroya Reiðarafelag vísir á, at tað vóru fleiri skip, sum ikki hóðraðu undan í 2009.
- Hetta ger, at skipini eru færri í tali nú. Hetta ger eisini, at betri pláss er at royna á hjá teimum, sum eftir eru. Hetta eigur so aftur at geva meiri til hvørt skipið.
Felagið sigur, at nú eru 17 línuskip til fiskiskap.
- Hetta meta línumenn at vera eitt hóskandi tal til skilagóðan rakstur á okkara grunnum. Tá vit byrjaðu hesa nýggju øldina, vóru tað eisini 17 línuskip. Tá skipini vóru flest í tali vóru tey 27.
Føroya Reiðarafelag heldur, at kanska er 17 skip hitt rætta talið av línuskipum.