Tað líkist slagið millum tveir dumpikandidatar í Gøtu

Birgir Jørgensen verður ikki á liðnum hjá VB, tá teir sunnudagin fara undir ársins fyrstu uppgávu, sum verður í Sarpisgerði í Gøtu.
                      Birgir fekk reytt kort, tá VB mátti lúta fyri HB í steypakappingini, og soleiðis er hann longu nú leikbannaður.
                      Hjá GÍ eru eingi leikbann, men ivamál eru tó um tveir spælarar. Hanus Jacobsen og Poul Ennigarð hava báðir smærri snuddir at dragast við, og tá vit seinast frættu, var enn ikki greitt, hvørt teir munnu verða tøkir til dystin sunnudagin.