Tað líkist ongum

Tað er djórapínsla at lata seyðin ganga óroyttan, og tí skal tað vera eitt krav í lógini, heldur løgtingsmaður og bóndi

 Tað skal vera eitt lógarkrav, at tey, sum hava seyð, skulu royta hann um summarið. Tað heldur Brandur Sandoy, sum hevur sæti á Løgtingi í hesum døgum fyri Fólkaflokkin. Brandur Sandoy er eisini bóndi á Skemmugarði á Sandi og nú Løgtingið ætlar at seta eina nýggja djóravælferðarlóg í gildi, heldur hann, at tað eru nøkur viðuskifti, sum mangla í lógini.

 

Hendan nýggja djóravælferðarlógin skal setast í gildi ístaðin fyri tað avgomlu djóraverndarlógina, sum tíðin langt síðani er farin frá.

 

Men Brandur Sandoy heldur, at tað eigur avgjørt at tað eiga at vera ásetingar í lógini um at royta seyð. Hann heldur nevniliga, at tað skal standa beinleiðis í lógini, at tey, sum hava seyð, skulu royta hann um summarið. Hann heldur rætt og slætt, at tað er djórapínsla at lata seyð ganga við pesju

 

Tað líkist ongum at síggja ein stóran part av seyðinum í einum haga ganga við pesju aftan á ólavsøku, sigur hann.

 

Hann sigur, at tað plágar seyðin, tí hann er so heitur alla tíðina.

– Tann sum fær ein óroyttan seyð upp í hendurnar um heystið, sær týðiliga, hvussu nógv feitt er undir ullini, og hvussu illa, seyðurin hevur sveittað. Tí haldi eg, at tað eru eini viðurskifti sum eiga at vera ásett í eini djóraverndarlóg, heldur tingmaðurin av Sandi.

 

Hann heldur eisini, at ásetingar eiga at vera í lógini um, hvussu seyðahundar skulu verða viðfarnir. Í hesum sambandi heldur hann, at tað eigur at vera eitt krav, at hundarnir sleppa inn um náttina.

 

– Tað eru ikki allir seyðahundar, sum hava eitt virðiligt lív og tí eiga ásetingar um hetta at vera í lógini, leggur hann afturat.