Tað kvøldar hjá Martin Joensen

- Tá eg fór at lesa tekstirnar á útgávuni ígjøgnum, sá eg, at kvøld er við í næstan øllum sangunum, sigur Martin Joensen, sum hevur givið nýggja fløgu út við heitinum Kvøld. - Fyrsta útgávan hjá mær kallaðist Morgun, so tað var næstan mest sum ov upplagt at kalla hesa fløguna Kvøld. Men tá eg fór at lesa tekstirnar á útgávuni ígjøgnum, sá eg, at kvøld er við í næstan øllum sangunum, uttan at tað var tilvitað, tá eg skrivaði sangirnar, sigur Martin Joensen.

 

Hann hevur áður skrivað perlur sum Kvøld og Ró, og hann hevur gjørt eina rúgvu av sangunum, sum føroyingar kenna væl ? bæði sum solistur og sum partur av Vestmonnum.

 

Martin Joensen sigur soleiðis um heitið á nýggju fløguni.

 

- Eg eri 57 ára gamal, og mín lívsleið er byrjað at kvølda. Í mínum lívi er stemningurin eitt sindur ? uttan at tað skal ljóða so dramatiskt - at eg taki saman um mítt lív. Hvar eri eg? Hvat er komið burturúr? Og ikki minst hvar fari eg?

 

Á nýggju fløguni hjá Martini Joensen eru 12 sangir.

 

Tey, sum spæla og syngja saman við Martini Joensen á nýggju fløguni, eru Jákup Zachariasen, Eyðun Mohr Hansen, Pauli Magnussen, Høgni Klakkstein, Gotfred Joensen, Stanley Samuelsen,

Niels Olsen, Sakaris Emil Joensen, Malan Martinsdóttir Joensen, Hans Poulsen, Margretha H. Poulsen og Ólavur Højgaard,