KAPPRÓÐUR
Heiðabáturin hevur verið í einum flokki fyri seg hjá 8-mannaførunum í ár, og sum ein av trimum bátum hevur Heiðabáturin megna at vunnið allar sínar róðrar hetta kappingarárið.
Gula 8-mannafarið hjá runavíkingum hevur ikki bert vunnið allar sínar róðrar í ár. Teir hava nevniliga vunnið rættiliga sannførandi á øllum stevnunum, og tað er júst av hesi orsøk, at teir ólavsøkuaftan stóðu sum vinnarar í bæði FM-kappingini og av ólavsøkuróðrinum.
Eftir róðurin á ólavsøku fingu vit orðið á Sámal Einarsson, sum er bátsformaður umborð á Heiðabátinum, og hann var sum vera man fegin um góða úrslitið í ár.
- Tað kundi ikki gingið betur, men tað kom tó óvæntað á okkum, at tað skuldi ganga so væl, sigur Sámal.
Hann helt eisini, at manningin umborð á Heiðabátinum hevur dugað væl at hildið høvdið kalt í avgerandi løtum.
- Vit hava havt góðar royndir í at koma fram um beinan vegin í ár, og tí hava vit eisini dugað væl at hildið høvdið kalt í gjøgnum árið, tá vit eru komnir fram um.
Hann helt ikki, at tað var so lætt at rógva róðurin á ólavsøkuni.
- Tað var rættiliga ófantaligt at byrja við, og tað var ringt hjá róðursmanninum at siga okkum, hvussu støðan var. Tá vit komu inn um molan gjørdist tó betri at rógva, og tá gekk alt nógv betri hjá okkum.
At enda staðfesti Sámal ein stórsmílandi bátsformaður, at hetta kundi ikki verið betri.
- Sjey gullheiðursmerki og eitt meistaraheitið. Hetta kundi ikki verið betur hjá okkum.