Kollfirðingar eru kendir fyri at hava góðar og trúgvar áskoðarar, og komandi vetur verður neyvan nakað undantak í so máta.
Og nú fær KÍF ein eyka stuðul á vegunum í Kollafirði, og á landsvegunum, tí ein trúgvur og drúgvur stuðul hjá KÍF hevur lýst sín stóra stuðul til KÍF við einari nummarplátu, har skrivað stendur: "KÍF".
Smædni áskoðarin vildi ikki á myndina sjálvur, men hann loyvdi okkum at taka mynd av nummarplátuni og bilinum. Nú verður so spennandi at síggja um trúgvir fjepparar hjá øðrum hondbóltsliðum fara at taka leistin upp, og fara at lýsa sín stuðul til síni yndisfeløg við nummarplátum, har nøvnini á teirra yndisliðum koma at standa á nummarplátuni.
Tað er avgjørt stuttligt og litríkt við fjepparum, sum vilja gera nakað eyka fyri síni lið.