Tað kostar at fáa kongaliga vitjan

Í Sunda kommunu eru tey farin at fyrireika seg til at fáa vitjan av danska krúnprinsaparinum seinni í summar

Tá ið danski krúnprinsurin, Frederik, og krúnprinsessan, Mary, og teirra fýra børn, koma til Føroya í døgunum 23. – 26. august í summar, skulu tey eisini vitja í Sunda Kommunu.

 

Og tað eru tey farin at fyrireika seg til í Kommununi og í hesum sambandi hevur Kommunustýrið nú samtykt at játta 100.000 krónur til vitjanina. Tær skulu brúkast til mat og drekka, gávur, og annað, sum beinleiðis hevur við vitjanina at gera.

 

Kommunustýrið hevur eisini samtykt at játta 1,2 milliónir krónur til asfaltering í sambandi við vitjanina úr kongshúsinum. Men á kommunistýrisfundinum varð upplýst, at ein partur av hesum var arbeiðið, sum skuldi gerast kortini. Men Heðin Zachariasen, borgarstjóri, sigur, at okurt av arbeiðunum eru framskundað, soleiðis at tað verður liðugt tá ið teir kongligu gestirnir koma.

 

Tað er eitt økið á havnarlagnum í Hvalvík, og har um vegir, sum skuldi asfalterast, men sum nú er framskundað í sambandi við kongligu vitjanina.

Í Sundalagnum fyrireika tey seg til kongliga vitjan

 

Í Sunda kommunu eru tey farin at fyrireika seg til at fáa vitjan av danska krúnprinsaparinum í

 

Tá ið danski krúnprinsurin, Frederik, og krúnprinsessan, Mary, og teirra fýra børn, koma til Føroya í døgunum 23. – 26. august í summar, skulu tey eisini vitja í Sunda Kommunu.

 

Og tað eru tey farin at fyrireika seg til í Kommununi og í hesum sambandi hevur Kommunustýrið nú samtykt at játta 100.000 krónur til vitjanina. Tær skulu brúkast til mat og drekka, gávur, og annað, sum beinleiðis hevur við vitjanina at gera.

 

Kommunustýrið hevur eisini samtykt at játta 1,2 milliónir krónur til asfaltering í sambandi við vitjanina úr kongshúsinum. Men á kommunistýrisfundinum varð upplýst, at ein partur av hesum var arbeiðið, sum skuldi gerast kortini. Men Heðin Zachariasen, borgarstjóri, sigur, at okurt av arbeiðunum eru framskundað, soleiðis at tað verður liðugt tá ið teir kongligu gestirnir koma.

 

Tað er eitt økið á havnarlagnum í Hvalvík, og har um vegir, sum skuldi asfalterast, men sum nú er framskundað í sambandi við kongligu vitjanina.

 

Annars er tað greitt, at krúnprinsaparið, og teirra fýra børn, eisini fara at vitja í Havn, í Klaksvík í Runavík og í Fugloy.

 

Á Føroyaferðini skal krúnprinsaparið sleppa at uppliva stórfingnu náttúruna, serstøku mentanina og føroyskan mat, sum Løgmansskrivstovan hevur orðað seg.