Í Sosialinum í gjár hevði Rúna Sivertsen úr Fólkaflokkinum viðmerking, har hon sigur, at løgtingsumsitingin arbeiðir ímóti samtyktum.
Málið snýr seg um, at løgtingsskivstovustjórin Súsanna Danielsen, avráddi, at bert kvinnur, sum eru parlamentarikarar sluppu á kvinnupolitiska ráðstevnu í Grønlandi. Men Rúna Sivertsen førir fram, at tað ikki var rætt at tulka tilráðingina frá Útnorðurráðnum soleiðis, tí í tilráðingini, sum løgtingið hevur samtykt, stendur:
<I kan
udveksle idéer og erfaringer og styrke samarbejdet. Seminarerne skal holdes hvert andet år på skift i de tre lande. Finansiering skal afsættes på finansloven til udgifterne i forbindelse med seminarerne i de respektive landi<I EM normal"$?$end$!$.<>
Rúna Sivertsen sigur, at eingin ivi er um at ráðstevnan er ætlað kvinnuligar tinglimir, umframt umboð fyri javnstøðunevnd, kvinnufelagsskapir og møguliga øðrum, sum arbeiða við javnstøðu og at fígging skal setast av á fíggjarlógunum hjá hvørjum landi sær.
Kári samdur við Rúnu
Kári á Rógvu, løgfrøðingur, er formaður í Javnstøðunevndini. Hann er samdur við Rúnu Sivertsen, um at løgtingið átti at rinda fyri, at onnur enn bert parlamentarikarar sluppu at taka lut á ráðstevnuni og ikki bert fyri parlamentarikarar:
<B STRONG fígging< eisini normal"$?$end$!$Játtið>
Kári á Rógvu sigur, at tað er ikki ókeypis at binda Føroyar í altjóða høpi.
- Bæði í sambandi við kvinnupolitisku nevndina og kvinnupolitiska fundin annaðhvørt ár er samtykt, at vit skulu binda okkum at fremja ávís tiltøk, umframt at játta neyðugu miðlarnar til tess. Hetta má fylgjast upp við samskipan og játtanum, sigur Kári á Rógvu, sum hevur sent løgtingsskrivstovuni skriv, har hann ger vart við, at løgtingið hevur samtykt at taka undir við Útnorðurráðnum at stuðla kvinnupolitiskum fundum.
<B STRONG skari< normal"$?$end$!$Breiður>
Kári á Rógvu sigur, at í samtyktini binda almennu Føroyar seg til, at fíggingin "skal afsættes på finansloven til udgifterne i forbindelse med seminarerne i de respektive lande."
- Løgtingið má tí finna fram til, hvussu hetta verður gjørt, um hetta skal játtast sum ein samla konto, ella játtast á ymsum konti til teir ymsu stovnar, ið skulu vera við, sigur Kári á Rógvu, sum heldur, at løgtingið ikki kann sleppa undan at játta pengar uttan at seta sína egnu samtykt, tilráðingina frá útnorðurráðnum og harvið okkara skyldur mótvegis øðrum londum til viks.
- Tað, sum løgtingið má játta ella brúka av verandi játtan til er: "kvindelige parlamentarikere i de vestnordiske lande, samt repræsentanter for ligestillingsudvalg/råd, kvindeorganisationer og evt. andre, der beskæftiger sig med ligestilling, sigur Kári á Rógvu, sum tulkar hendan setning soleiðis:
- Hetta merkir greitt, at fevndi skarin er sera breiður, bæði tingfólk, javnstøðufólk og eisini onnur, ið fáast við javnstøðu, sigur Kári á Rógvu. Og hann greiðir víðari frá, at um so var, at løgtingsskrivstovan virkaði samsvarandi samtykt løgtingsins, so vóru pengar brúktir í øllum førum til at gjalda fyri, at javnstøðunevndin og nevndin fyri øktum leikluti fyri kvinnum í politikki sluppu við í hetta samstarvið.
Stýrisskipanin brotin
Og Kári á Rógvu rør framundir, at § 55 í stýrisskipanarlógni er brotin, tá hann sigur, at um játtanarskipanin verður hildin vera nøkur forðing, so má hon víkja, tí sjálvt løgtingslógir mugu, sambært stýrisskipanarlógini § 55, víkja fyri altjóða skyldum okkara.