Tað verður grannauppgerð á Hólmanum á Eiði í kvøld. EB/Streymur fær vitjan av NSÍ.
Talan er eisini um grannauppgerð á tann hátt, at NSÍ er nummar tvey, og EB/Streymur er á triðja plássi.
-Vit iðraðu okkum um tepra tapið ímóti HB. Tað var øgiliga javnt, men vit taptu 1-0. Butursæð frá í heimasigrinum ímóti B36 hava vit ikki havt marginalirnar við okkum. NSÍ er greiður favorittur, men vit vóna, at vit fara at megna at geva dygga mótstøðu. Vit kenna tað soleiðis, at liðið mennist, og tað kemur væl við, at Arnbjørn Hansen og Hans Pauli Samuelsen nú eru tøkir aftur, sigur Pætur J. Petersen hjá EB/Streymi.
Jóhannes Hansen er langtíðarskaddur í knænum, og miðverjin Andras Olsen er framvegis so mikið darvaður av vøddaskaða í lærinum, at tað er ivasamt, um hann verður førur fyri at apæla í kvøld.
Tað kendist sum lætti í NSÍ, tá ið tað sunnudagin á heimavølli ímóti 07 Vestur eftir steðgin eydnaðist at fáa hol á og síðani at vinna 3-1. Higartil hevur NSÍ vunnið fulla úrtøku á útivølli – í Trongisvági og í Gøtu – og nú fyrireika teir í Runavík seg at fara norður til Eiðis:
-Tað verður ikki lætt. EB/Streymur hevur longu nú víst, at liðið megnar at spæla upp ímóti øllum. Avbjóðingin er at leggja alt tað fyri, sum er í okkara. Ímóti 07 Vestur vístu vit góðan hugburð og tol, og so glapp. Eg veit, at okkara lið kann mennast og verða betri, og nú ræður um at halda tørn og framvegis vera við í toppinum, sigur NSÍ venjarin Sámal Erik Hentze.
Símun Rógvi Hansen og Einar Tróndargjógv eru framvegis skaddir.