Tað koppaði til Runavíkar

Stevnhýrurin í Runavík fær valla verið betri, enn hann er í kvøld.

Í kappróðrinum í Hvalvík vunnu Eysturoyingur og Heiðabáturin. Bátarnir komu á trailarum framvið vøllinum við Løkin, tá ið 2. hálvleikur av uppgerðini millum NSÍ og HB var hálvrunnin.

Tá ið áskoðararnir fagnaðu óføru rógvarunum, var støðan framvegis málleysur javnleikur, og tað var lítið, sum bendi á, at tað skuldi endað øðrvísi.

Eftir tættan 1. hálvleik, har NSÍ hevði lítla yvirvág, var HB omaná í 2. hálvleiki.

Men HB megnaði ikki at spæla seg til upplagdar møguleikar.

Heldur ikki NSÍ spældi seg til upplagdar møguleikar. Men tá ið teir tríggjar minuttir undan leikloki spældu seg til møguleikan, tóku teir av.

Einar Hansen breyt ígjøgnum í vinstru, og ein annar unglingaspælari, innskifti Jann Martin Mortensen, stýrdi mitt fyri málinum flata innlegginum í HB kassan.

HB royndi at leggja trýst á við at seta Hans á Lag úr miðverjuni og fram í álopið. Úrtøkan burtur úr tí var, at Hans í yvirtíðini sá reytt fyri hevnisøku.