- Tað, sum samgongan spardi burtur við 2. viðgerð kom brádliga upp á aftur við 3. viðgerð. Tað tykist rættiliga undarligt og faktiskt ruðuleikakent, sigur Jacob Vestergaard, tingmaður fyri Fólkaflokkin.
- Tað hevur eyðkent hesa fíggjarlógina er, at samgongan blívur ikki samd og veit ikki ordiliga, hvar hon er, fyrr enn deadline er har. Tí er tað allatíðina viðgerð innanhýsis í samgonguni, um hvussu fíggjarlógin skal síggja út og hvat hvør skal hava í sínum lagi, sigur Jacob Vestergaard og greiðir frá, at hetta bleiv endurspeglað í teimum broytingum, sum samgongan og Sjálvstýri løgdu fram millum aðru og triðju viðgerð í nátt.
Eins og Bárður á Steig Nielsen ákærir Jacob Vestergaard samgonguna fyri at pynta um fíggjarlógina við at fjala útreiðslur av henni.
- Tað, sum eyðkennir hesa fíggjarlógina, sama sum undanfarnu hjá hesi samgonguni, er at útreiðsluvøksturin er alt ov stórur, sigur Jacob Vestergaard.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna á Rás 2.